Káraskor
Eigari : Andrass Jacobsen
Niklas í Koltri hevur gjørt hendan bátin.
Báturin endaði aftur úti í Koltri. Andrass var við til at rógva bátin út í Koltur.
Andrass sigur soleiðis :
Eg vanti at eg ongantíð at fara rógva frá Sugguni Kirkjubø út til Koltur aftur. Hendan dagin tá eg var við at rógva, var ein minniligur dagur fyri lívið, so hesin dagurin var ein av teimun stórstu døgum í mínum lívi.
Søgan um bátin er her :
Í 1927 smíðaði Niklas í Koltri sín næsta bát her í bátasmiðjuni í Koltri. Hesin báturin var fyrsti instaleringur Niklas hevur smíðað. Báturin, ið nevndist " Tjaldrið ", skuldi til Skopunar.
Úr Skopun varð báturin seldur til Dals og haðani til Haraldssundar.
Bjørn Patursson sigur soleiðis :
Á várið 2005 fingu vit bræv frá Andrass Jacobsen úr Haraldssundi, har hann bjóðar okkum at yvirtaka bátin av tí, at hann metir at báturin hevur eitt søguligt virði.
Vit tóku sjálvandi av. Tað er Koltursgrunnurin, sum eigur bátin, sum ætlanin er at seta í stand. Síðani skal báturin setast í Svartaneyst tá tað verður liðugt.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, soleiðis at umvæla ein so gamlan bát. Neyðugt er við umfatandi umvæling sum kostar meir enn ein nýggjur bátur, men sálin og søgan í bátinum er tað mest umráðandi og fæst ongantíð aftur. Tí er neyðugt at varðveita bátin og fáa hann umvældan.
Koltursgrunnurin arbeiðir nú við at útvega pening til umvælingina, sum vónandi kann byrja komandi vár.
________________________________________________________________________________________
Báturin varð yvirhálaður og var Andrass saman við øðrum við at rógva bátin út í Koltur, har báturin nú stendur sum eitt søguligt minni. Báturin stendur í " Svartaneystið ".
Myndir




