Bygdasavnið Bríkin :

Felagið er stovnað 6. juni 2009. Teir, sum stovnaðu felagið vóru Jákup Jacobsen, Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Andrass Jacobsen, allir úr Haraldssundi.

Endamálið við felagnum, sæst í viðtøkunum. Teir, ið stovnaðu felagið hildu, ella hava í longri tíð hildið, at tað er týdningarmikið at varðveita tað mentanaðarliga og at eitt land við ongari mentan, ikki er eitt land. Tað eru nógvir lutir goymdir, ið koma av Skarði, Haraldssundi og Kunoy, so vit heita eisini her á fólk um, at ikki koyra nakað burtur, ið møguliga hevur eitt ávíst virði fyri mentanina.  

Av tí at vit ikki hava góðar umstøður í samband hølir, so hava vit nú valt at gera eina heimasíðu, har vit leggja myndir inn av lutum, sum eru áhugaverdir. Vit duga at síggja, at tað verður trupult at fáa ein bygning upp at standa við teimum pengunum, sum vit hava at ráða yvir. Tó goyma vit nógvar lutir og verður hetta gjørt so væl, sum gjørligt.

Vit vilja leggja stóran dent á stuðulin frá Kunoyar kommunu, sum hevur gjørt tað møguligt at gera hesa síðuna til veruleika, og at tað er gott at kommunan sær tað virði, og hevur tað virðing fyri tí, ið okkara felag ger fyri fólkið, sum býr í hesari kommununi. 

Vit takka Kunoyar kommunu fyri stuðulin.

Hetta er ein nýggj heimasíða, so tit mugu bera yvir við okkum um alt ikki er komið við. Vit royna at dagføra heimasíðuna javnan, og vónandi fáa vit eina góða heimasíðu, sum kann koma øllum føroyingum til góðar.

Um tit vita okkurt, so eru tit vælkomin at siga okku frá :

Bygdasavnið Bríkin :

Andrass Jacobsen --- Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Jákup Jacobsen