Jákup Joensen til áminningar.
Guðssonur skrivar her minningarorð um Jákup av Skarði í oktober 1975 :
Jákup andaðist brádliga tann 16. oktober 76 ára gamal. Jákup av Skarði, ið hann vanliga varð nevndur, var bert 14 ára gamal, tá sorgarleikurin viðurfórst Skarðsbygd og kom at gera øskukalt har.
Jákup var skilamaður burtur av, og var hann formaður á útróðrarbátum úr Klaksvík í mong ár, og mangan góðan fongin hevur hann ført til landa.
Hann hevur verið ein av grundstuðlunum undir tí framburði, ið er farin fram í Klaksvík; um hann ikki beinleiðis var hiðani, so hoyrdi hann við til bygdamyndina.
Tað kundi verið nevnd fleiri dømi, hvat álit menn høvdu á Jákupi sum sjómanni, men eg veit at honum dámdi ikki at verða róstur, so lat tað hvíla.
Við gravarferð Jákups tók presturin myndina úr Halgubók um Ábraham og Lot : " Fert tú til vinstru, fari eg til høgru, og fert tú til høgru, fari eg til vinstru. " Hvat er hetta ikki ein rámandi mynd av Jákupi, tann friðarmaður hann var ; men tað skal eisini eitt reystmenni til at gera slíkt.
Fyri ári síðani misti Jákup konuna, og var hetta ein dyggur smeitur, men stillisliga og tolin bar hann hesa tungu lagnu.
Hóast hetta var hann við at ernast upp aftur, og ikki minst eftir væleydnaðu eygaoperatiónina, ið hann var ógvuliga glaður yvir at hava fingið.
Undirritaði hevði langa samrøðu við Jákup góðan mánað áðrenn hann doyði, og hvat var tað ikki hugnaligt og stuttligt at hoyra henda vituga mann greiða frá bæði hendingum á sjónum og tí, sum fór fram í gerandislívinum í dag, tí hann fylgdi sera væl við bæði her heima og úti, og minnið hevði hann gott.
Jákup, í túninum í Haraldssundi ella í vindeyganum við kikara og eygleiddi bátarnar, ið komu aftur av útróðri. -- Jákup spákandi eftir gøtuni í Klaksvík, tá hann vitjaði døturnar, dótturmenn, abbabørn og og langabbabørn og kenningar, er ikki longur ímillum okkum, men myndin av hesum friðarmanni verður verðandi. Tungur er missurin hjá tykkum, Harrin styrki tykkum í stóru sorg tykkara.
Hollur føroyingur hevur lagt árarnar inn fyri síðstu ferð.
Hvíl í friði.
Guðssonur.
Myndir
