Anna Rasmussen

Avbygdarfólk sum hava røtur á  Skarði :

Anna Rasmussen fødd 18 - 04 - 1919 og deyð 23 - 08 - 2008.

Hon var dóttir Rasmus Rasmussen føddur 13 - 08 -1871 úr Miðvági og Annu Sofía Johannesen fødd 03 - 02-1876 úr húsinum " Har Niðri " á Skarði.

Anna Sofía og beiggin Símin av Skarði giftist og settist búgv á Háskúlanum, so nú var eingin at taka húsið uppá seg á Skarði.

Anna var fødd í 1919 á Háskúlanum. Hon var tað seinasta av børnunum hjá fyrstu háskúlahjúnunum, sum nú fórst. Nakað vesalig man hon hava verið, tá ið hon var fødd, tí hon var heimadoypt alt fyri eitt, og fekk navnið Anna Fríðrika, helst ein samanrunnin uppkalling av mammuni og ommuni a Skarði.

Elsu Frederikku, sum var ætta av Viðareiði úr Uppistovu í Fodlendi. Ikki óvæntað, sum dóttir annan háskúlamannin, var navnið eisini alment skrivað á føroyskum, hóast tað tá ið tíðini helst var vanligari, at kallinavnið var føroyskt, ímeðan navnið varð skrivað á donskum máli.

Anna var yngst av 6 systkjum.

1 ) Elst var Ada, fødd 18/07-1905 síðan komu

2 ) Elsa Johanna fødd 16/06-1910.

3 )Jóannes føddur 1912.

4) Sjúrður føddur 1914 og næstyngstur

5) Ólavur var føddur 1916.

Í húskinum var harumframt omman av Skarði, sum kom til teirra at vera, nakað eftir at Skarðbygd avtoftaðist.Tíðliga var Anna skild frá foreldrunum. Hon hevði viðføtt mjadnabrek, sum alt lívið var henni ein bági. Hetta brek mátti rættast av teirri fremstu serfrøðini, sum tá var tøk á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Rasmus fór við henni til Keypmannahavnar, tá hon tvey ára gomul. Ikki høvdu foreldrini umstøður at verða hjá henni undir sjúkraleguni, so Rasmus fór aftur til Føroya uttan Annu.

Rasmus hevði ein vinmann, sum var blaðmaður í Keypmannahavn, Søren Vasegaard at navni. Hann hevði hitt hann á Vallekilde Háskúla 1892/93 og havt brævaskifti við hann øll árini síðani. Søren gekk javnan at vitja Annu, fyri í brævi at greiða Rasmus og Annu Sofíu frá, hvussu gekst. " Min mand kommer og besøger mig" segði Anna, at hon plagdi at siga við sjúkrasystrarnar, tá ið hon gleddist um, at hann fór at koma at vitja. Hálvtannað ár gjørdist uppihaldið í Keypmannahavn, og tá hon kom aftur til lands, kendi hon ikki mammuna aftur, og einasta tungumálið, hon nú dugdi, var danskt.

Á Háskúlanum kom, sum vera man, nógv fólk. Háskúlin var tá einasti at kalla skipaði føroyskti mentanardepilin, sum var. Undirvísing av næmingum og alment kjak um føroysk evni hvørt um annað. Um summarið, tá ið dreingirnir vóru til skips, vóru gentuskeið, meðan vetrarhálvuna vóru dreingjaskeið. Nógv munnu tey vera, sum hava gingið á hesum háskúlaskeiðum og hava kent Annu. Við so stórum tali av fólki úr øllum ættum í Føroyum, sum savnaðist á einum staði undir trongum húsaumstøðum, gjørdist tuberklavandin stórur fyri háskúlafólkini.

Børnini hjá Rasmusi fingu øll smittuna.  Anna og Jóannes vóru einastu teirra, sum ikki gjørdust sjúk. Ólavur fekk viðgerð og bleiv frískur. Deyðin gjørdist í barna og ungdómsárunum hjá Annu tískil alt ov ofta gestur.

Elsa Johanna doyði í 1927, mamman í 1932, omman av Skarði í 1934, Sjúrður í 1939, og Ada í 1940. Ung gjørdist Anna tí álitið í húsarhaldinum hjá Rasmusi á Háskúlanum. Líka so stóran týdning, sum Rasmus hevði úteftir, hevði Anna innanhýsis í húsarhaldinum, hóast sín unga aldur. Persónliga at forvinna sær pening var nakað, sum lá aftaliga í rafestingunum hjá háskúlamonnunum, og tað hevur uttan iva sett tilsvarandi stór krøv til húsførsluna.

Í 1938 fór Anna til Onglands at tæna. Saknur var í henni hjá Rasmusi, og hann óttaðist, at bardagi fór at bresta á millum stórveldini, og strongdi tí á at fáa Annu aftur til Føroya. Glaður mundi hann tí vera, tá dóttirin kom aftur til lands. Undir krígnum kom Oskar, ein vestmenningur, at ganga á Háskúlanum. Dámligur og ikki minst skemtingarsamur. Tað rann saman millum tey bæði. Ikki var Oskar minni áhugaður enn Rasmus fyri øllum tí, sum kundi vera føroyskum máli og føroyskari mentan at frama.

Í 1948 giftist Anna og Oskar. Tey giftust inn til Rasmus á Háskúlanum.

Tvey børn fingu tey :

1 ) Adu og

2 ) Hermann.

Sum persónar vóru Anna og Oskar ógvuliga ymisk, men kanska júst hetta gjørdi, at tey riggaðu væl saman sum hjún. Fremst í huganum hjá Annu lá altíð at vera nakað fyri onnur. Hon spurdi altíð, hvussu onnur høvdu tað, og hjúklaði um tey. Nógv var hon sjálv sjúk gjøgnum lívið, men tað tók hon ongantíð sjálv upp á tungu, og varð hon spurd, tileinkisgjørdi hon tað sum oftast. Sera trúføst var hon móti familju og vinum. Meira enn nakar annar skilti hon týdningin av, at samband við familju og vinir má røkjast.

Føðingardagar hjá børnum og barnabørnum var hon sjálvsagt altíð í. Á jólum lá eisini altíð ein lítil pakki til øll tey somu frá Annu.

Rasmus gjørdist elligamal. Tey seinastu árini var hann tó óhjálpin. Anna stóð einsamøll við endan at taka sær av honum, tó væl stuðlað av Oskari. Serliga strævin hjá Annu vóru seinastu tvey áruni, áðrenn Rasmus doyði í 1962.

Anna fór fyrst í áttatiárinum á fyrsta sinni av húsinum at arbeiða. Hon fekk starv at vaska á Tekniska Skúla í Havn. Hettar starv hevði hon, til hon legði frá sær fyri aldur..

Myndir