Málningur eftir Hans J. Glerfoss

Andrass Jacobsen skrivar :

Her er ein málningur sum Hans J Glerfofss hevur málað. Hettar er ein málningur av teimun fólkunum sum rýmdu av Skarði tann 26/01-1919.
Tað vil siga um eitt ár blíva 100 ár síðani hesi fólk fóru úr bygdini. Eg kann leggja afturat, at Anna Katrina Andreasdatter úr Kongsstovuni fødd 08/03-1830 í Uppistovu í Kunoy.

Hon giftist 15/10-1864 við Jacob Frederik Joensen á Skarði.

Anna Katrina doyði 02/03-1922. Hon var borin við einum grótleypi úr Kongstovuni oman í bátin hendan dagin tá fólkini rýmdu.

Báturin við hesu tigandi fólkunum umborð, róði norður um Nakkin til Kunoyar. Hesi búði so eina tíð í Kunoy.

Tann eini drongurin, sum hevði navnið eftir abbanum Jacob Frederik V. Joensen.

Hesin abbasonurin er nevndur í Hagabókin Fyri Uttan á Skarði. Hann mátti taka við á ungum árum og røkja seyðin Fyri Uttan, frá Kunoy av, og seinni úr Haraldssundi.

Myndir