Tummas Olsen føddur umleið 1725.
Túvusteinur fremst á myndini :
Vit síggja eisini Skarðsgjógv.
Við hesum skal eg hesaferð siga eitt sindur um Tummas Olsen føddur umleið 1725 í Miðstovuni. Tummas vaks upp á Skarði og giftist í 1773 við Onnu Niklasdatter úr Kunoy .
Tey fingu tvey børn:
1. Elsebeth Thomasdatter fødd umleið 1775
2. Ole Thomassen føddur 1780. Hesin Ole bleiv ikki meir enn 16 ár. Hann fór ein dagin við pápanum at draga lunda og síddi hann Óla niður í eina torvu : " Stendur tú væl ? " Spyr Tummas: " Ja , eg standi væl " svaraði sonurin.
Tummas var farin eitt sindur burturfrá, og tá ið hann kom aftur og kveitti niður í torvuna, var hon burtur-- drongurin eisini... Teir munnu hava verið illa mannaðir á Skarði tá, tí Tummas skuldi fara yvir til Kunoyar at biðja teir koma við bát at leita, men har kom onki aftur .
Sonarmissurin tók Tummasi fast, hann fall fullkomiliga í fátt, og forsvann tað ongantíð. Alt forfall, sum hann hevði, og øll bygdin kom sum vera man at líða undir tí, bæði til lands og á sjónum.
Skarðsfólk hava havt mong tung sporð um gjónna , fyri at fáa hjálp úr Kunoy,
Myndir
