Jákup sonur Símun av Skarði

Jákup av Skaði er sonur Símum av Skarði, úr húsinum " Har Niðri, " so helt eg at hann eigur eisini verða við her , tá pápin kemur av Skarði:

Í Sosialinum 16. mars 2018, er hetta skriva um Jákup av skarði.


Ein av teimum, sum vóru í fremstu røð frá byrjan av, var Jákup av Skarði, og hann var fyrsti formaður felagsins. Hann var virkin í felagnum Merkinum í mong ár.

Jákup var sonur Sonnu og Símun av Skarði og var føddur á Háskúlanum í Føgrulíð 01/09-1903.

Hann var tískil einans 16 ár , tá ið hann gjørdist formaður í nýstovnaða felagnum Merkið . Hettar sigur nakað um, at hann hevur verið ein serligur drongur.

Jákup fór á læraraskúla í 1923 og tók prógv í 1926.

Fyrstu árini var hann lærari í Bø og Gásadali 1926- 27.

í Klaksvík november 1927- mai 1928.

Sørvági 1928-47.

Tórshavnar komunuskúla 1947- 64.

Hann stóð fyri Tórshavnar Handilsskúla 1952- 54. Hann var limur í Kommunustýrinum í Sørvági 1938-42.

Í 1947 varð hann settur sum lærari í Havn og bleiv yvirlærari í 1956. Hann var eisini av og á lærari á Føroya Fólkaháskúla. Eisini var hann lærari á handils og kvøldskúlanum í Havn.

Árini 1930-1937 var hann blaðstjóri á Skúlablaðnum. Jákup var eisini virkin í losjuarbeiði. 

14. september skrivaði um Jákup, at hann var ein stillførur lærari , sum gjørdi sítt arbeiði við nærlagni.

Hann var giftur við Margrethu Mouritsen í Havn.

Jákup doyði 21/04-1964, Hann gjørdist tískil bara 60 ára gamal.

Myndir