Ein langur túrur - Jóhannes í Miklagarði
Jóhannes í Miklagarði sigur frá :
Hetta var um summarið 1887, sum Jóhannes fylti seks ár í august, at mamman fór við teimun fýra systkjunum norður til Skarðs at ferðast. Eitt er vert at hava í huga, ið ongin hugsar um nú á døgum. Tað var ein tarvur í hvørji bygd, og teir vóru ikki allir spakir heldur. Tað var ikki óvanligt, at teir høvdu hug at ganga eftir fólki, og á sumri var tað ein stórur trupulleiki at ferðast gjøgnum hagan.
Tá var heldur onki ferðasamband sum nú. Frásøgumaðurin plagdi at siga í skemti, at hann hevði gingið av Eiði og norð til Skarðs, áðrenn hann hevði fylt seks ár.
Men satt skal sigast, mamman bar hann nógv av vegnum.
Tey fóru til gongu av Eiði suður á Oyrar og so skjúts av Oyri til Selatraðar, tí áirnar vóru so stórar at fara um á Veðranesi.
So til gongu aftur av Selatrað út á Strendur. Har á Høvdanum á Strondum átti mamman ein beiggja. Har gistu tey so nakrar dagar.
So ein góðveðursdag róði mammubeiggin tey inn undir Gøtueiði. Hann helt, at tað var so gott veður, at hugsandi var, at kunoyingar vóru úti á Vík í torvi. Rætt var, tey sluppu við einum torvbáti til Kunoyar. Har gistu tey so nakrar dagar . Mamman var ættað úr Uppistovu í Kunoy og átti eina systir gifta á Skarði.
Nú vóru báðar einkjur. Pápi Jóhannes, Jógvan Joensen, ættaður og búsettur á Eiði, var burturgingin við áttamannafarðinum Nesbátinum á Eiði.
Hesin gekk burtur 1883, við átta monnum. Eftir sótu fýra einkjur og seytjan faðirleys børn. Henda vanlukkan førdi til fyrsta vanlukkutryggingarfelag í landinum. Árliga limagjaldið var tvær krónur, sum gjørdi tað møguligt hjá eini einkju at fáa sekstiseks krónur árliga í fimm ár.
Nú vildi so illa til, at so stórt lop hevði verið í Skarðsgjónni, at ikki var gangandi har eina tíð, so tey fóru til gongu eftir bakkanum úr Kunoy til Haraldssundar og síðani norður til Skarðs. Tað at farast mátti eftir bakkanum merkti, at hettar var drúgvasti teinurin á øllum túrinum.
Tey gistu so eina nátt í Haraldssundi. Tey vóru sett til borðs í eini stovu, ið stóð fyri seg sjálvan. Tað var rættiliga hábærsligt tá á døgum at vera settur til borðs í hesi stovu. Tey komu so til Skarðs, og minntist hann væl tann stóra blíðskap, tey nutu hjá mosturini.
Skyldmaðurin plagdi eisini at siga, at so nógv av turrari hýsu var í einum gróthúsi niðri á bákkanum, at tað var laðað í flógv, og mosturin segði at tey kundu fáa sær so nógv, sum tey vildu.
Myndir
