Ábraham Anthoniussen eitt stutt tíðarskeið.

Tær elstu Jarðabøkurnar nevna bert ein festara á Skarði í 1584, og ikki hevur hann meira enn 20 gyllin av teim 256, sum hoyrdu til bygdina .

Festarin skrivast Joen Thyssøn, sum ljóðar fremmant í okkara oyrum, men í miðøldini síggja vit av og á mansnavnið Teisi ella Teitsi . Hesin Joen Theissøn verður um ár 1600 avloystur av Sivar Jonssøn, sum hevur festið til 1619, og tey næstu átta árini situr Ólavur Sivertsen við festinum, Tað er eftur nøvninum at døma onki at ivast í, at vit her hava eina beina ættarrøð, men so kemur ein ókendur Ábraham Anthoniussen sum ketta upp úr høvdatrog, hevur festið í 10 ár og hvørvur so sporleyst. Vit eru nú komin til 1640 , men maðurin sum tá kemur upp í dansin um hetta lítla festið, er Rasmus í Haraldssundi. Men heldur ikki hann sat seg móðan á festinum; helst hevur hann tað bert stutta tíð, men so kemur Ólavur Sivertsen á festið og helst er hetta sami Ólavur, sum nøkur ár frammanundan hevði havt tað.

Ólavur situr við festinum í stytsta lagi frá 1649-1669.

Myndir