Hanus bóndi
Framhald úr Jarðabókini : 2 partur :
Ólavur tykist hava átt trý børn, sonin Hanus, sum festi.
Gertrud , sum giftist við Magnus Rasmusen í Haraldssundi.
Sunnuva giftist við Justinus Hendriksen úr Kunoy.
Søgnin sigur og keldurnar vátta, at Hanus hevði verið niðri í orlogstænastu sum ungur, men tey seinastu tvey tíggini í 16. øld býr hann a Skarði, har hann doyr í 1697.
Um hetta mundið vóru nøkur ring seyðaár í høgunum norðantil, eitt nú á Skarði, og fleiri bøndur á hesum leiðum eru komnir í eftirstøðu fyri leigu, teirra millun Hanus. So var onki annað at gera enn at seta óðalsjørðina í pant, læna pengar og vóna, at betri tíðir vóru fyri stavn. Men tað gekk ikki so hjá Hanusi. Hann doyr í 1697 og søgnin sigur at hann fall í bjørgunum og sonur hansara eisini.
Hanus var giftur við Onnu Absalonsdatter, sum man vera av Viðareiði.
Tey skulu hava átt trý børn : Ein son, ið sum sagt fall , eina dóttur, sum var gift og búði á Skarði; og eina ógifta dóttur, sum eisini búði á Skarði, men einasta barnið, vit hava fullgott prógv fyri, at tey eiga, er tann ógifta gentan Sára.......
Bøndirnir í Niðrustovu í Gerðum høvdu 20 gyllin á Skarði í festi síðani ár 1698.
Myndir
