Berint Hansen

Framhald : 1 juli Jarðabøkurnar 3 Partur :

Hanus doyr 1697, og á vártingi árið eftir frásigur einkjan sær festið -- 20 gyllin, sum ongin áseyður er á.

Tað átti at verið 15 áseyðir. Húsini vóru illa umsitin og í ringum standi og tey skyldaðu leigu, ja eisini festibrævið var burturblivið. Tá er tað, at gerðabóndin Berint Hansen av álvara kemur inn í myndina og bjóðar sær til at taka festið, seta tað í stand, gjalda leiguna, eftirstøðu o.s.fr.

Fútin mundi vera glaður við boðið, nú fekk hann sínar pengar, og tað var tað, sum ráddi um hjá honum. Berint var júst tá blivin sýslumaður.

Berint var kortini komin upp í leikin fyri mongum árum síðani , hann hevði tá lænt Hanusi pengar móti pant í jørð, og so seint sum á vári 1697, sama árið sum Hanus doyr, hevur hann sett eina hálvmørk í pant og selt Berint 11 gyllin. Og tá ið Berint við yvirtøkuna av festinum bindur seg til fáa tað í góðan stand og gjalda gamla skuld, fær hann pant í nøkrum ognargyllum, sum enn vóru í húsinum.

Myndir