Jógvan Páll Fjallsbak

Kelda : Føroya Siglingarsøga :

Húsi Har Niðri á Skarði:

Í bókini Føroya Siglingarsøga fortelur Jógvan Fjallsbak soleiðis :

Eg varð føddur á Skarði 24. september 1912. Pápi var Poul Jákup Poulsen, ættaður úr Kunoy, og mamma Elsa Margretha, fødd Jensen, ættað úr Sørvági.

Pápi gekk burtur tollaksmessudag 1913 saman við 7 monnum úr 5 húsum í bygdini. Tann støðan, tær kvinnur vóru í, sum her sótu eftir, kunnu fólk nú á døgum, illa seta seg inn í. Systir mín varð fødd 4 mánaðar eftir. Tað er undrunarvert, at tær skuldu koma ígjøgnum tað. Eg visti altíð, at tað var lítið at taka av, men eg minnist einki til nakra neyð.

Har hava verið góð fólk um okkum. Tað er eingin ivi um. Tó baldust vit har, inntil eg var 6 ár.

Síðan vóru vit í Kunoy hjá pápabeiggja mínum Dánjal Juliusi og í øðrum húsum eisini, og í Klaksvík hjá mammusystur míni, inntil húsini blivu flutt av Skarði til Haraldssunds. Har vóru vit, til eg var 16 ár , og tá fluttu vit til Eiðis.

Mamma giftist uppaftur, tá eg var 12 ár, við Sámal á LátrInum.

Á Eiði fekk eg konu, Lovisu Poulsen, dóttir Poul í Garði og Eriku úr Jógvansstovu. Vit giftust í 1936 og bygdu í Klaksvík. Vit hava búð í Klaksvík, á Eiði og í Havn. Tessvegna eru mínar røtur heldur leysar á øllum hesum støðum. Vit fingu 5 synir og eina dóttur. Se mindre

Myndir