Katrina Malena Lamhauge rann til Haraldssundar.
Johanna Maria Skylv Hansen skrivar í bókini :
Gamlar Gøtur 2 bind millum annað um Katrinu Malenu Lamhauge :
Katrina er fødd 17. desember 1846 í Árnafirði. 18 ára gomul fór hon til Skarðs at tæna, og tænti hon í hesi bygd til hon var 30 ára gomul.
Tá grindabáturin fór í 1872 rann hon heim til Haraldssundar. Einans maður var heima í bygdini og hann var gamal. Tó royndi hann at fara til Haraldssundar eftir hjálp, men mátti venda aftur, tí alt var avísað. Tá ið hesin gamli kom aftur, gjørdi Katrina Malena seg til at fara til Haraldssundar.
" Eydnast tað mær ikki at fáa teimum hjálp, so gerst ikki við " Segði hon og befalaði seg og teir í Jesusar hendur.
Hvussu skjótt hon rann, veit eingin nú at siga frá. Tó hevur verið tikið til, hvussu ótrúliga skjótt hon hevði runnið.
Katrina Malena giftist við Sámal Lamhauge. Tey búðu eitt ár á Skarði, fluttu so til Lambar, har tey vórðu verandi.
Katrina Malena var 89 ár tá hon doyði.
At hon eisini í sínum dagliga lívinum, hugsaði um hini fyrst, plaga tey, ið kendu hana, at taka til. Um tað so vóru smáfiskahøvd, hon hevði kókað, og Sámal spurdi : " Kemur tú ikki at fáa tær nú ? " so var svarið : " Fái tykkum vælsigna, eg eti ruskið. "
Av tí at eg hevði hoyrt um bragd hennara, tá ið hon rann eftir hjálp, fekk eg ommuson hennara, Esmar Lamhauge, at siga mær gjøllari frá tilgongdini.
Óivað hevur hugur teirra, ið hon var Guds reiðskap til at bjarga, mangan vitjað til Katrinu Malenu, og helst um jóltíðir.
Myndir

