Sámal í Kunoy 1881 -- 1934

Hettar stendur í Jólaboð 2009 :

Freydis Poulsen hevur skrivað :

Sámal Michael Joensen føddur 1881 Árnastovu, vanliga róptur Sámal í Kunoy. Hann var ógiftur og doyði í 1934.

Her er eitt sindur um Sámal í Kunoy, tá hann handlaði á Stongunum í Klaksvík.

Hann var borin til festið í Árnastovu, men hann vildi heldur verða handilsmaður. Hann var fyrst handilsmaður í Kunoy og seinni í Klaksvík.

Sámal bygdi handil á Stongunum í Klaksvík, og stríðsárini 1914 - 1918 hevði hann góðan handil og rættiliga nógv virksemi. Hann hevði fleiri motorbátar og hevði gjørt atløgubryggju beint niðanfyri húsini. Hesi húsini seldi hann Jákupi Heinesen ( son Elduvíks - Jógvan ) og bygdi eini størri hús longri heimi. Tey høvdu høgan kjallara við stoyptum gólvi og møguleika fyri høgari dupulthurð oman móti sjónum. Tað sást at hann hevði onkrar ætlanir við kjallaranum; men hvat tað so var, so kom einki burturúr. Sámal doyði í oktober í 1934 heimi í Kunoy. Hann var ógiftur og systir hansara, sum var gift við Jóhan Svend Olsen lærara, fekk húsini. Pól í Pálsstovu í Mikladali leigaði tey í nøkur ár.

 

Myndir