Jóhan Purkhús og konan Ida.
Soleiðis skrivar : Jákup Andreasen
Um Jóhan Purkhús eldra og hansara myndir
Í mínum uppvøkstri og barnaárum eru tað nógv fólk, sum høvdu stóran týdning fyri meg, og sum framvegis standa frammarlaga í mínum hugaheimi, men sum nú flestu eru deyð. Hesi hava í stóran mun myndað mína lívsleið upp á tann góða mátan.
Í 1960 unum komu nógv fólk á gátt um kvøldarnar í mínum barnaheimi á Gørðum at práta og hugna sær saman, tí tá var onki sjónvarp, teldur ella fartelefonir, sum órógvaði og fóru avstað við tíðini hjá fólki. Tá vóru vit sjálvi níggju fólk í húsi, tí omma, abbi á Trøllanesi og Óli mammubeiggi búðu eisini heima hjá okkum.
Ein av teimum, sum ofta kom á vitjan, var Jóhan Purkhús ella bara Purkhús, sum vit kallaðu hann. Eg haldi honum dámdi seliga væl at práta við Óla abba á Trøllanesi. Jóhan var sáttligur, vinarligur og hugnaligur at verða saman við, og honum kom eg at halda nógv av. Sum smádrongur hevði hann meg ofta við sær, m.a. var eg nakrar túrar við honum við gággulínu norðuri í Haraldsundi við bátinum "Havila" hjá Kaj hjá Mortani. Eisini hevði hann meg onkuntíð við sær við fleygastongini norðuri á Trøllanesi.
Purkhús var modernaður í nógvar mátar, - átti plátuspælara og nógvar plátur, og tá eg gekk í realskúla frá 1969 til 1972, var eg ofta inni á gólvinum hjá honum og spældi plátur á veg heim úr skúla. Tá var Ida deyð.
Purkhús var ættaður úr Kunoy, og giftist Idu, sum var dóttir Sáru og Jens Klæmint Isaksen. Tey átti sjálvi ongi børn, men Sára Inger, sum hon var kallað í Klaksvík, ella bara Sára í Havn, vaks upp hjá teimum. Hon var tað triðja um teimum seks børnum hjá Esther og Jens Sofusi Isaksen. Ida og Jens Sofus vóru systkin. Hvørki Ida ella Jóhan Purkhús blivu gomul fólk. Ida doyði í 1969 um 60 ára gomul og Purkhús í 1978, 65 ára gamal. Og fyri einum góðum ári síðan doyði Sára Inger um 74 ára gomul.
Jóhan Purkhús tók nógvar myndir, og eg eri so heppin at hava fingið loyvi at brúka nakrar av gomlu myndunum frá 1950 unum og 1960 unum, sum eg hugsaði at vísa her næstu tíðina. Á hesi fyrstu myndini eru Purkhús, Ida og Sára Inger. Hon var fødd í 1948, og eftir aldrinum á henni at døma, er myndin tikin miðskeiðis í 1950 unum.
Myndir

