Partabáturin í Kunoy á vári 1905.
Tað var sjálvan mariumessudag á vári í 1905.
Bátarnir vóru á Norðhavinum, og hann ruskaði lágt. Andróðurin bleiv tungur, og tað kom tí væl við hjá Partabátinum í Kunoy, at Aberdeen - trolarin " Beduin "sigldi fram á teir og tók teir upp á sleip. Tá høvdu teir longu tikið eitt annað 8 - mannafar, " Samognina " úr Klaksvík upp á sleip.
Báðir bátarnir hingu afturút suður gjøgnum fjørðin, og ein maður sat til róðurs á hvørjum bátinum.
Kunoyingar høvdu ikki gjørt fanglínuna fasta, teir hildu henni bara, men tá komu trý ófør rið hvørt um annað, og stóð nú so nógv á, at teir máttu sleppa. Men í somu løtu fór báturin runt og allir 8 mans í havið.
Teir á " Samognuni " kappaðu í stundini, men teir vóru bert tríggir mans í bátinum og orkaðu ikki at halda honum móti vindinum, so hann kundi reka beint niður á Kunoyarbátin.
Tað kom tí at ganga so long tíð, áðrenn hjálpin kom fram, og tá vóru tríggir mans ikki at síggja.
Andrias Andreasen, sum var formaður á Partabátinum og hevði stýrt alla tíðina, varð fyrst bjargaður.
Hann føldi sær onki mein og nú gekst betur at fáa hinar fýra inn í bátin. Ein teirra Jóan Jákup, var illa komin, men kom rættiliga skjótt aftur fyri seg, tá ið hann var komin á sjúkhúsið í Klaksvík.
Við Partabátinum vóru henda dagin :
Andreas Andreasen, 29 ár -- Joen Jacob Fredriksen -- Jacob Andreas Joensen, 24 ár -- Johannes Elias Joensen, 20 ár og ein ikki navngivin maður.
Teir tríggir, sum umkomust vóru :
Joen Daniel Poulsen, giftur, 66 ár
Joen Jens Fr. Johansen, ógiftur, 31 ár.
Andreas Jacobsen, ógiftur, 17 ár.
Allir vóru teir úr Kunoy.
Kelda : J. Símun Hansen
Myndir
