Bátur fór runt út fyri Fiskimøl 10. mars 1899.

Síðsta hendingin í 19. øld fór fram í Haraldssundi. Tað var 10. mars í 1899, at tveir mans úr Haraldssundi høvdu verið inni í Bø. Tá ið teir á heimferðini, vóru komnir út fyri Fiskimøl, fór báturin runt í einari strangari hvirlu av útsynningi; annar teirra, Poul í Klemmuni uttan av Oyri, kom á kjøl og varð bjargaður av strandamonnum, meðan hin umkomst. Tað var Óla Jákup S. Vilhelm, ógiftur, 34 ár.

Myndir