Útistovubáturin í Kunoy - apríl 1876
Millum teir mongu bátar, sum næstsíðsta apríl í 1876 leitaðu inn av havi, var eisini Útistovubáturin í Kunoy. Streymurin var heldur harðligur, men líkindini vóru annars góð, tá ið teir fóru kvøldið fyri. Móti degi ruskaði hann av landnyrðingi, og skjótt var sjógvurin heilt ringur. Allir bátarnir rýmdu at kalla í senn og høvdu seglið á, men innferðin gjørdist vandasigling av ringasta slag. Mikladalsmenn taldu seglini, meðan teir sigldu inn undir land, tá ið teir vóru komnir inn í Kalsoyarfjørð, saknaðu teir eitt. Kunoyarbáturin spurdist ikki aftur eftir hesa ferðina. Nesmenn vildu halda, at hann fór av sjógv ein hálvfjórðing úr landi. Báturin kom rikin inn á Oyndarfjørð.
Við Útistovubátinum fóru 8 masn :
Hans Jacob Gregersen, " Norði í Húsi " giftur, 44 ár, ómyndig og m. børn.
Samuel Michel Jacobsen, kongsbóndi " Suðuri á Bø " 37 ár 1 óm. barn.
Jacob Isaksen, " Heimi í Húsi " giftur, 38 ár, 4 óm. børn.
Johan Syderbø, " Suðuri á Bø " giftur, 35 ár, 1 óm. barn.
Hans Pauli Fr. Steffensen, í Køkinum, ógiftur, 35 ár.
Simon Poulsen, ógiftur, 24 ár.
Stefan Fr. Rasmussen, " Heimi í Húsi " 15 ár.
Samuel Just Ziska, skúlalærari, 24 ára gamal.
_______________________________________________________________
Allir vóru teir úr Kunoy uttan Sámal Júst, sum var ættaður Handan Dunga í Gerðum. Hann var læraralærdur og hevði verið lærari í oynni eini tvey ár. Hann var farin fyri annan mann.
Kelda : J. Símun Hansen
Myndir
