Ríki - Jákup úr Gerðum.

Bøndirnir í Niðrustovu í Gerðum høvdu 20 gyllin á Skarði í festi síðani  ár 1698.

Fyrst í 1800 - talinum sat Jákup Joensen í Gerðum við festinum. Hann var ógvuliga múgvandi maður og vanliga róptur Ríki - Jákup; men hann var barnleysur, og áðrenn konan doyði, gjørdu tey eitt testamenti, har avgjørt var hvør, ið skuldi fáa lut í ognum teirra. 

Ríki - Jákup doyr móti sumri í 1828 og fyri Skarðsbygd merkti tað eina vend í bygdarsøguni, at hann hevði avgjørt at lata festið á Skarði frá sær og býta tað í tvey soleiðis, at Óli Poulsen, sum var ður tí gamla uppsitarahúsinum á Skarði, fekk aðra helvtina, meðan hann lat hina helvtina av kongsfestinum til Jógvan Isaksen, sum hevði verið húskallur hjá honum í mong ár í Gerðum, og setti hann niður á Skarði. Umframt fekk Jógvan eina hálvmørk í ogn Fyri Uttan á Skarði.

Tað var eisini framstig fyri bygdina, sum altíð hevði verið undirskipað við fólki, at fáa eitt hús afturat.

Jógvan Isaksen varð føddur 19. juli í 1797 og doyptur í Hvalvík. Hann kom longu í Gerðar sum smádrongur og millum manna kallaður " lorvíkingurin " haðani mamma hansara var, men Ríki - Jákup tók sær væl av honum. Jógvan giftist um heystið í 1828 við Karin Jacobsdatter úr Niðristovu á Oyri.

Tey bygdu so Kongsstovuni, sum var eitt nýtt hús í 1828.

Húsini : " Uppi Suðuri " vóru bygd sama ár, so nú vóru tvey nýggj hús komin afturat.

Hin uppsitarin á Skarði æt Poul Joensen og var av Toftanesi í Leirvík. Sonurin, ið festi, æt Óli og var javngamal við Jógvan. Teir festu báðir mariumessudag í 1828 og giftust báðir sama árið.

Sunneva, kona Óla, var úr Uppistovu í Kunoy og teirra hús kallaðu tey " Har uppi Suðuri ". Hesi bæði húsini komu at standa á tí nýggju bygdini afturat teimum trimum, ið vóru flutt.

Í 1834 vóru so 5 hús á Skarði, og 22 fólk hoyrdu til bygdina. Hetta var framstig og nú bar til hjá teimum at manna bát.

Men gleðin var stokkut. 30. mars í 1835 gekk seksmannafarið burtur á útróðri og báðir teir ungu festarnir fórust.

Myndir