El - verkið í Kunoy
El-orka.
Í 1951 fingu kunoyingar sær vatnverk til el-framleiðslu. Turbina varð fingin av vatnverkinum á Strond. Byrging bleiv gjørd uppi í Skarðdali, og vatnleiðing lagt oman ígjøgnum dalin til verkið. Turbinan var tó ikki størri enn so, at hon megnaði ikki at fylgja við øktu el-nýtsluni í fimmtiárunum, so í 1962 bleiv motorur uppsettur. Húsini gjørdi Heini O. Heinesen, byggimeistari. Tann sunnari parturin var til motorin, og norðari parturin var felags frystihús til bygdafólkið.
Myndir
