Tá ein glaða tók, bátin út á flógvan.
Teir báðir, sum bjargaðust av grindabátinum í 1872, vóru brøðrirnir Jóanes og Niclas Erik Johannesen, ímeðan hin, sum leyp upp á land ikki er navngivin. So stóran skelk fekk Niclas Erik av hesum tilburði, at hann svímaði hvørja ferð rópt varð grindaboð, og tað sigst, at ongin biti av " Stóru Grind " bleiv etin á Skarði.
Nøkur ár seinni fór ein sjáldsom hending fram á Skarði, ein hending, sum væl kundi havt kostað tí triðja bóndanum, Jóanesi, ið bjargaðist á grindaferðini, lívið.
Hann var eina náttina farin við soni sínum, Símuni, oman á Kleiv at hyggja eftir bátinum, sum stóð niðri á Miðrók. Brimið var farið at skola tætt niðan undir bátin, og sendi hann tí Símun niðan til hús at fáa menn at draga hann upp á " Ovastu Rók ". Sjálvur fer hann at bera árar og annað leyst niðan frá og fer so til endan upp í bátin, og loysir bondini, í somu løtu, sum leyst er, kemur ein ófør hvirla, tekur bátin upp í loft og syftir hann langt út á sjógv.
Tá hinir koma oman, síggja teir bátin flóta úti á sundinum -- Jóanes situr í honum og veitrar. Teir heim í Búðadal, har hin báturin stóð, og fingu bæði mann og bát aftur í øllum góðum----.
Kelda : Símun Hansen
Myndir
