Tey síðstu fólkini rýma.
Fyri nøkrum árum síðani hevði eg samrøðu við ein mann um Skarð. Hann varð føddur í 1915 og greiddi frá, at hann mintist væl, tá báturin kom við teimum síðstu fólkunum av Skarði til Kunoyar. Hann var niðri á støð og sá, tá ið teir bóru Onnu Kathrinu í Kongsstovuni uppá land. Hon var abbasystir hansara. Fyrst varð hon sett á helluna, men løtu seinni, bóru teir hana Suður á Bø og inn í Uppistova, haðani hon var ættað.
Tann 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjaklæði og húskiráð oman á Kleiv, síðst kom Anna Kathrina í Kongsstovuni, ið var 89 ára gomul, blind og mátti berast oman í bátin. Eina løtu eftir, legði ein tigandi bátur frá landi við børnunum og aldrandi kvinnum innanborða, 9 í tali. Leiðin gekk norð um Nakkin og heim til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grúgvuni á Skarði.
Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy
Lina Vitalis sigur soleiðis frá :
Hon var millum tey seinastu fólkini, sum rýmdu av Skarði.
Lina Vitalis.
Hon var fødd í Miðvági. 16 ára gomul fór hon til Havnar at tæna og var har í 2 ár, annað árið hjá Íslendinginum Magnussi Einarsson. Tað var meðan hon var stødd í Havn, at hon kom at kenna Jákup Petur Petersen av Skarði. Hann sigldi uttan pappírir sum annar bestimaður á Phebe. Lina fór so til Klaksvíkar, har hon tænti í eitt hálvt ár hjá Ginnu og 5 november í 1907 giftist honí Kunoyar kirkju við Jákup Petur.
26 januar hetta árið komu kunoyingar við einum áttamannafari eftir teimum, sum enn vóru á staðnum.
Teirra millum var Lina og børnini. Hetta var sum ein gravarferð. Kunoyingarnir høvdu allir bláa húgvu á høvdinum, tá teir løgdu út frá Skarðsbygd, norður um Nakkin og til Kunoyar.
Myndir
