Skarð var Trettanda bygd

Úr dagbókini hjá Símun av Skarði :

6. januar 1918.

Trettandadagur er í dag, og eri eg ikki sørur fyri at vera sentimentalur, tó at eg brátt eri ein gamal jassur at kalla.

Jú hesin dagurin var hátíðardagurin mikli á Skarði. Tá komu gestir úr Kunoy, Haraldssundi, Klaksvík og mongum øðrum støðum. Faðir og móðir kundu hýsa einum tjúgu gestum, viðhvørt meir og viðhvørt minni. Tað bar á, at ikki øll fingu songarlegu, men máttu summi hava ból á gólvinum at liggja í, og kann eg eisini minnast, at einstøk lógu í hoyggjhúsinum.

Flestu gestir komu trettanda aftan, og ta náttina gekk ringast at goyma fólkið, hina seinnu náttina varð dansað frá kvøldi til morguns.

Prúðir unglingar og fagrar moyggjar stuttleikaðu sær tá har og hildu sær at gaman.

Nú eru mong ár, síðani eg kom burtur frá føðibygd míni, men hátíðardagurin varð hildin í sama lagi, til tess vanlukkan mikla hin tiltikna feigdar tollaksmessudagin, ið drap alla gleði og legði bygdina í oyði - hin feigdardagurin, ið eg ikki enn eri mentur at hugsa -- og enn minni at tala um.

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy

Myndir