Kongsfestini úr Gerðum koma til Skarðs í 1828
Tað var Ríki - Jákup og kona hansara, hon var úr Innustovu í Vági og æt Anna, og at tey eingi børn áttu, kom at fáa stóran týdning fyri Skarðsbygd.
Tey lótu ein fosturson arva ein stóran part av ognini í Gerðum afturat festinum; men tey høvdu eisini ein annan fosturson.
Hann var úr Leirvík og æt Jógvan Isaksen f. 1799. Jákup og Anna skrivaðu honum 10 gyllin av kongsfestinum á Skarði til og eina hálvmørk í ogn afturat.
Hina helvtina lótu tey son uppsitaran fáa.
Hesin uppisitarin æt Poul Joensen og var av Toftanesi í Leirvík. Sonurin, ið festi, æt Óli og var javngamal við Jógvan. Teir festu báðir Mariumessudag í 1828 og giftust sama árið. Jógvan hevði konu úr Niðristovu úti í Oyri. Hon æt Karin, og tey bygdu Kongsstovuna.
Sunneva, kona Óla, var úr Uppistovu í Kunoy og teirra hús kallaðu tey " Har uppi Suðuri ". Hesi bæði húsini komu at standa í tí nýggju bygdini afturat teimum trimum, ið vóru flutt.
Í 1834 vóru 5 hús, og 22 fólk hoyrdu til bygdina. Hetta var framstig og nú bar til hjá teimum at manna bát.
Men gleðin var stokkut. 30. mars í 1835 gekk seksmannafarið burtur á útróðri og báðir teir ungu festarnir fórust.
Myndir
