Festarar í 1828 Jógvan og Óli

Tað var Ríki - Jákup og kona hansara, hon var úr Innustovu í Vági og æt Anna, og at tey eingi børn áttu, kom at fáa stóran týdning fyri Skarðsbygd.

Tey lótu ein fosturson arva ein stóran part av ognini í Gerðum afturat festinum; men  tey høvdu eisini ein annan fosturson.

Hann var úr Leirvík og æt Jógvan Isaksen f. 1799. Jákup og Anna skrivaðu honum 10 gyllin  av kongsfestinum á Skarði til og eina hálvmørk í ogn afturat.

Hina helvtina lótu tey son uppsitaran fáa.

Hesin uppisitarin æt Poul Joensen og var av Toftanesi í Leirvík. Sonurin, ið festi, æt Óli og var javngamal við Jógvan. Teir festu báðir mariumessudag í 1828 og giftust sama árið. Jógvan heði konu úr Niðristovu úti í Oyri. Hon æt Karin, og tey bygdu Kongsstovuna.

Sunneva, kona Óla, var úr Uppistovu í Kunoy og teirra hús kallaðu tey Har uppi Suðuri. Hesi bæði húsini komu at standa á tí nýggju bygdini afturat teimum trimum, ið vóru flutt.

Í 1834 vóru 5 hús, og 22 fólk hoyrdu til bygdina. Hetta var framstig og nú bar til hjá teimum at manna bát.

Men gleðin var stokkut. 30. mars í 1835 gekk seksmannafarið burtur á útróðri og báðir teir ungu festarnir fórust.

Myndir