Frá 1600 talinum

Tey seinastu árinum í 1600 - talinum vóru ógvuliga ring seyðaár, og tað stóð illa til har á garðinum. Tey skyldaðu leigu og læntu pening ímóti veð í jørð.

Berint bóndi í Niðristovu í Gerðum var tann, ið átti mest hjá teimum, og tá einkjan og dótturin ikki kláraðu seg, yvirtók Berint festið. Hann bant seg til at seta alt í góðan stand og gjalda gamla skuld. Tað vóru tó fólk úr hesum sama húsi, ið vóru uppisitarar hjá bóndunum.

Bøndirnir í Niðrustovu í Gerðum høvdu 20 gyllin á Skarði í festi síðani  ár 1698.

Tað var Ríki - Jákup og kona hansara, hon var úr Innustovu í Vági og æt Anna, og at tey eingi børn áttu, kom at fáa stóran týdning fyri Skarðsbygd.

 

 

Myndir