Skarð var stórsta ognarbygd í Norðoyggjum

Kunoyggin er 64 1/2 merkur, av teimum eru 32 1/2 í Kunoy, 16 merkur í Haraldssundi og 16 merkur á Skarði.

Kongsjørðin er einans 1 mørk og 12 gyllin ella tilsaman 28 gyllin.

Skarðsmenn vóru bert uppisitarar av kongsjørðini, og stórur partur av ognini var í grannabygdunum, ið kundu ganga fjøllini, so tað sigur seg sjálvt, at menn sótu alt annað enn tryggir á Skarði í gomulum døgum.

Skarðsbygd hevur fyrst og fremst verið seyðapláss, bæði nógvur og góður seyður. Dalarnir norðan fyri eru sjáldsama grasgrønir, og teir hava eisini torv. Tey høgu fjøllini á Kunoynni gera, at tað ikki er góður sólargangur í Haraldssundi og á Skarði.

 

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy

Myndir