Símun har Suðuri sigur frá um skarðsbátin.

Símun Joensen, har Suðuri Haraldssund sigur frá :

Símun segði, at omma hansara, Anna Kathrina, ættað úr Uppistovu í Kunoy mintist tríggjar bátar á Skarði, ið gingu burtur. Tann fyrsti gekk burtur 30. mars 1835, og við tí bátinum fórust seks menn. Tann morgunin, teir fóru til útróðrar, ivaðust teir í, um teir skuldu fara til Viðareiðis við tveimum dreingjum, ið skuldu ganga til, ella til útróðrar, men tað bleiv farið til útróðrar, og teir komu ikki aftur.

Tann næsti skaðatilburðurin var grindabáturin síðst í 1872, og við honum fórust 3 menn ( 28. november 1872 ).

Tann dagin, skarðsbáturin gekk burtur, tollaksmessudag 1913 mintist Símun væl. Hann var tá tólv ára gamal, og við tí bátinum fórust sjey menn, og teirra millum var pápi hansara Jóan Pauli Joensen.

Tá Símun var knapt tvey ár, varð mamma hansara sjúk, og hann fór tá til Haraldssunds at vera og vaks upp hjá mostur síni Onnu Sofíu, ið var gift í Haraldssundi.

Haraldssundsmenn vóru eisini á útróðri tann vannlukku tollaksmessudag, og skarðsbáturin og haraldssundsbáturin vóru heldur ikki so langt frá hvørjum øðrum. Hann hoyrdi frá tí manninum, ið hann vaks upp hjá, sum var við haraldssundsbátinum, at teir tosaðu við skarðsmennirnar, tá ið teir vóru lidnir at seta.

Tá var tað byrja at ruska. Líkindini vóru tá longu versnað, og tað síðsta, teir hoyrdu skarðsmenn siga, var, at hann mundi fara at ruska veðrið.

Tað var tað síðsta, ið menn vistu um skarðsbátin.

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy.

Myndir