Elsa Margretha, fødd Joensen
Eitt sindur um Elsu Margrethu :
Elsa Margretha, fødd Joensen, var ættað úr Sørvági, fødd 25. januar 1886. Hon kom til Skarðs at vera arbeiðsgenta í húsinum Har Niðri, eftir at bæði børnini í húsinum vóru flutt av oynni. Hon giftist við Poul Jacob Poulsen úr Kunoy, ið fórst við skarðsbátinum. tá áttu tey ein son, Jógvan Páll Fjalsbak, føddur 1912. Í mai árið eftir, at maðurin var doyði, átti hon eina dóttir, Poula Jacoba Margretha Fjalsbak Poulsen. hon hevði brek, ið nívdi hana alt lívið. Elsa Margretha segði, at brekið hjá dóttrini komst av tí stóru sinnisrørslu, sær var fyri, tá ið maðurin doyði.
Nøkur ár eftir ólukkuna fluttu Elsa Margretha og børnini til Kunoyar. Húsið Har Niðri varð tikið niður og flutt til Haraldssunds, og tá tey vóru uppkomin, fluttu tey hagar at búgva.
Nøkur ár seinni fór hon til Eiðis at vera arbeiðskona og har møtti hon Samuel Johannes Samuelsen, føddur 1878, og giftust tey í 1925.
Tey fingu ein son, Poul Knud Samuelsen, føddur 27. februar 1926, vanliga kallaður " Poul hjá Urmakaranum "
Seinni maður Elsu Margrethu doyði 1938 og nøkur ár seinni gjørdu tey av at flyta til Klakssvíkar. Tey tóku húsini niður aftur og fluttu tey niða á Selheygg.
Poul giftist í 1950 við Bergfríðu Klein frá Gjógv.
Tey fingu ein son, Sámal, føddur 10. desember 1951.
Poul varð ikki langt lí lagað. Hann doyði av sjúku 9. januar 1953, bara 26 ára gamal.
Eftir at Poul var deyður, flutti Guttorm Klein, beiggi Bergtóru yvir til teirra at vera. Guttorm plagdi at siga, at hann hevði nógv og góð minni eftir Elsu Margrethu.
Elsa Margretha livdi upp í ellisár og doyði tann 13. mars í 1971, 85 ára gomul.
Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy
Myndir
