Teir boðaðu frá at fara til útróðrar 1913
Elsa Margreta mintist væl, at Jákup Petersen boðaði til útróðrar : Hon mintist ikki, hvussu tíðliga tað var, men tað var væl áðrenn lýsing. teir høvdu ætla sær til útróðrar henda tollaksmessudag fyri at fáa fekst til jóla, og veðrið var sera gott. Sjógvurin speglaðist, og havið var sum ein sveiti.
Tað var nakað undarligt yvir manni hennara Poul Jacob Poulsen henda morgunin. Hann hevði ein serligan ótta fyri hesum degi, tí hann hevði áður verið til útróðrar tveir sera ringar tollaksmessudagar.
Hesin maðurin kom sum sagt at boða til útróðrar, og tað bleiv ikki meira tosað teirra millum um hetta.
Hann segði farvæl og fór, men sum sagt, hon helt, at tað var nakað undarligt yvir honum, tá ið hann fór avstað.
Áðrenn tað var ljóst, brann ódnarveðrið á av landnyrðingi, og tey fóru beinanvegin at óttast fyri bátinum, men tað at tað skuldi blíva so ringt, sum tað bleiv, droymdu tey ikki um.
Um ellivutíðina um morgunin sóu tey ein bát kom heimaftir. Hon skuldi fara oman á støð við drekka, men tá sá hon, at báturin fór suðurum. Tað vóru haraldssundsmenn, og tá byrjaði hon at óttast og skilti, at nú var støðan ikki góð. Báturin legði tvørt út fyri Kleivini, men tað var fyri at hyggja um skarðsbáturin var komin. Tá føldi Elsa Margreta á sær, at teir komu ikki aftur. Ongin telefon var á Skarði, so tey fingu ikki givið boð frá sær.
Tað var ringt at trúgva tí, at teir ikki komu aftur. Tann eina konan, ið hevði mist mannin og tveir synir, segði, at hesum trúði hon ikki.
Tað fórust sjey menn við bátinum, og av teimum vóru fimm familjumenn. Fimm einkjur sótu eftir við níggju børnum.
Dagin eftir komu fólk til teirra bæði úr Kunoy og Haraldssundi, teirra millum var svágur hennara.
Hjá teimum gjørdist onki, og standurin var sera ringur, og sjálvt um tey fingu góða hjálp á mangan hátt,so var bygdini ikki lív lagað.
Í húsunum Har Niðri vóru umframt Elsu Margretu og børnini, tvey gomul fólk, foreldur Símunar av Skarði, Jóhannes og Elsa Frederikka Johannesen.
Tey royndu at halda á í nøkur ár, og Elsa Margreta segði, at tey vóru millum tey síðstu, ið fóru av bygdini.
tey fóru fyrst til Kunoyar og vóru har í nøkur ár, Síðani fluttu tey til Haraldssunds. Tey tóku ein part av húsinum á Skarði niður og bygdu tey uppaftur í Haraldssundi.
Seinni vórðu húsini aftur niðurtikin og flutt til klaksvíkar.
Myndir
