Kongsbóndi til 1670
Tann bóndin, sum sat við teimum 20 gyllunum av kongsjørð til 1670, var verfaðir Magnus, son Rasmus í Haraldssundi. Hann æt Ólavur og átti umframt Gertrud, konu Magnus Rasmussen, tveir synir. Teir itu Hanus og Justinus. Tann yngri giftist til Kunoyar, men Hanus, ið var eldri, var leingi í útlondum í orlogstænastu. Hann kom tó heimaftur, men hevur helst ongantíð fest, tí hann doyði í 1697, og tá var pápin helst á lívi. Tað skuldi vita so illa til, at bæði hann og einasti sonur hansara duttu oman í 1697. Kona hansara æt Anna Absalonsdatter og var av Viðareiði.
Tað var ivasamt, um tey áttu meira enn ta einu dóttrina, ið æt Sára og var ógift, og so henda sonin.
Myndir
