Úr dagbókini hjá S. P. úr Kunoy

Úr dagbókini hjá S. P. úr Kunoy :

3. september 1899 :

Í dag var eg í kirkju í Kunoy, síðani til Skarðs saman við Paula Heinesen og konu hansara Mariu, Simonu Poulsen, Dinu Syderbø og Onnu malenu Andreasen.

Vit tosaðu leingi við Símun Johannes, hann og Rasmus Rasmussen úr Miðvági skulu byrja ein háskúla her heima. Eisini tosaðu vit um samfelagslig viðurskiftir í ymiskum londum.

Símun Johannes er frísinnaður, radikalur og sigur, at teoretiskt er hann internationalur, men í praksis nationalur, honum líkar væl tann enskt tosaða heimin, og venur hvønn dag tað enska málið.

Hann er við gott mót, og nýtur alla sína megi at fáa háskúlan settan á stovn.

Vit fóru til gongu í skýmingini og gingu oman gjøgnum Klovastígar í myrkri, og komu heim í øllum góðum.

22. september 1899 :

Í dag havi eg verið og sagt farvæl í trimum húsum. Fyrst fór eg til Árnfjarðar - Jógvan, kona hansara Jóhanna var inni, hon bjóðaði kaffi og køkur.

Síðani fór eg inn til Arant í Miðstovuni, hann takkaði nógvar ferðir fyri alt gott.

Har Uppi Suðuri var húsbóndin ikki heima, eg fekk kaffi og køkur, segði farvæl og fór víðari.

Nú var við at blíva myrkt, eg sat í stovuni Har Niðri, ið var tilhaldshús mítt, tá eg var á Skarði. Vit báðir Símun Johannis sungu føðilandssangir og sálmar alt kvøldið, meðan Kornelius spældi uppá harmoniku.

Klokkan var umleið trý, tá vit fóru til songar, og tosaðu nógv áðrenn vit sovnaðu.

23. september 1899 :

Eftir morgunmat fór eg inn í Kongsstovuna, har vóru Erikk og Ann Kathrina heima, tær vístu mær lítla sonin hjá Erikku og Jóan paula, eg takkaði fyri alt gott hesi trý árini, segði forvæl og fór víðari.

Har Uppi var Drikka heima saman við børnunum Jacob Peter og Barbaru, eg gav Drikku nøkur bløð, og børnini fingu eisini hvørt sítt smáting.

Síðani var at siga forvæl við húsfólkini Har Niðri, eg var rørdur.

Vit báðir Símun Jóhannis skiltust uttan fyri og var tað ein sera rørandi løta. 

Eg gekk einsamallur niðan móti Skarðsgjógv og kom heim til Kunoyar í skýmingini. Veðrið var gott, turt, klárt og av tí besta at ganga millum bygdir.

Sama ár 1899 kom Jóhan Svend Olsen til Kunoyar og var lærari í øllum teimum trimum bygdunum, eftir 1919 tó bert Haraldssund og Kunoy, til hann legði frá sær í 1948.

Jóhan Svend Olsen var borin í heim í Svínoy 9. februar 1879 og andaðist 13. desember 1950.

Í 1949 kom Jacob Heinesen at vera lærari í Kunoy og Haraldssundi, og var lærari har til 1977, eftir 1959 tó bert í Kunoy.

Jacob Heinesen var kunoyingur ættaður Norðuri í Húsi borin í heim 20. november 1906 og andaðist 2. september 1990.

Skúli var ikki bygdur á Skarði, men skúlagongdin hevur verið í einum av húsunum.

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy.

 

 

Myndir