Skúlaviðurskiftini á Skarði

Sjálvt um regulig skúlagongd er rættiliga nýggj í Føroyum, so er tó undirvísing, serliga at lesa, avgomul, men bæði lesing, skriving og rokning var ikki hvørs mans føri. Tað vóru bara tey útvaldu, prestarnir embætismenn, einstakir sýslumenn, neyvan meira enn eini fýrati í øllum landinum, ið kundu hetta kynstur.

Tað var presturin á Viðareiði Klæmint Jensen, ið kannaði skúlaviðurskiftini í 1737.

Um hetta mundi vóru einans trý børn á Skarði. Men skúlagongdin bleiv tá av ongum. Tó var skipað fyri heimaundirvísing. Sløk hundrað ár eftir, hoyra vit aftur um skúla í Kunoynni, og hesa ferð spurdist okkurt burtuúr. Teir flestu lærarnir vóru ólærdir tá. Tað vóru sum oftast ungir menn, ið dugdu væl at lesa, og sum høvdu hug at royna seg, ið fingu loyvi at fara til Havnar at læra seg at undirvísa. Tá ferðaðist lærarin millum allar tríggjar bygdirnar, men hevði fastan bústað í Kunoy. Men fyrst í 1850 - unum komu aftur nøkur skúlaleys á. Orsøkin til hett var, at fleiri foreldur dugdu ikki at meta um tey bókligu virðini, ið børnini høvdu tørv á.

Á heysti í 1834 hevði Símin Steffensen úr Útistovu í Kunoy, søkt amtið um loyvi at koma til Havnar at læra til lærara, og fór hann suður síðst í november.

Hann hevur helst bara verið nakrar mánaðir har suðuri, tí summarið eftir er hann lærari.

Símin var lærari í teimum trimum bygdunum frá 1835, og til hann doyði í 1843, tá tók Hans Jákup í Nýggjustovu við, og hann gavst fyrst í fimmtiárunum. Tá komu tey skúlaleysu árini.

Í 1874 kom so aftur lív í skúlagongdina. Sámal Júst Ziska ú Gerðum tók læraraprógv í Havn í 1874, og sama ár bleiv hann í Kunoynni, men hansara læraratíð varð stutt, hann gekk burtur við Útistovubátinum næstsíðsta apríl í 1876, hann var farin til útróðrar fyri annan mann, ið hevði forfall.

Í 1896 kom Símun Pauli Rasmussen, seinni S. P. úr Kunoy at vera lærari, og hevði hann allar tríggjar bygdirnar. Sjálvur var hann kunoyingur, ættaður úr Útistovu, men hann steðgaði ikki leingi, einans trý ár, og fór haðani til Gøtu, har hann bleiv verandi.

Símun Pauli skrivaði dagbók, og her eru trý brot.

Bæði tey seinnu eru um, tá hann segði farvæl við fólki á Skarði. ( Hetta kann lesast undir dagbókini hjá Símun Paula )

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy.

Myndir