Heini á Skarði og konan Jóhanna

Finn Kjølbro Klaksvík sigur frá :

Langabbi á Skarði kallaðist Heini Johannesen, vanliga nevndur Heini á Skarði. Tey vóru fimm systkin, og foreldrini vóru Símun Johannesen og Anna Fredrikka Eriksdatter har Innari í Haraldssundi.

Tey fingu fimm børn. Johannes var elstur, føddur í 1843 og pápi til tann navnframa Símun av Skarði og Onnu Sofíu, ið giftist við Rasmus Rasmussen á Háskúlanum.

Heini var næstur, føddur í 1845. Hann kom til Klaksvíkar sum ungur og var við til at smíða kirkjuna á Eiðinum í 1866.

Heini giftist í 1874 við Siggu Malenu Joensen í Innistovu á Viðareiði.

Tað triðja barnið, Susanna Johannesen flutti sum ung til Danmarkar. Hon var sjúkrasystir og varð verandi í Danmark. Hon var ógift. Fjórða barnið, Niclas Erik Johannesen, giftist við Oliviu Eliasen í Útistovu í Vági. Olivia var einkja og hevði verið gift við Jógvani Ziska fyri handan Dunga í Gerðum. Fimta barnið, Elsebeth Sofía doyði sum smágenta.

Sum sagt giftist Heini við Malenu Joensen. Tey fingu tríggjar gentur og búsettust á Vágsheygnum.

Anna Fredrikka og Malena Elisabeth vóru tvíburðar, f. 1875. Anna giftist við Kristoffur í Innistovu í Vági, og Malena giftist við Jógvani bónda, somuleiðis úr Innistovu. Teir vóru brøður.

Anna og Kristoffur fingu eina gentu, ið kallaðist Anna Kathrina. Hon var sjúkrasystir og starvaðist í Danmark. Tann triðja dótturin hjá Heina á Skarði kallaðist Absolina. Hon giftist við Hanusi rasmussen har Norð á Kirkju, og tey fingu trý børn, Rasmus, Anna Sigrid og Sigga malena ( Gigga ).

Heini gjørdist einkjumaður og giftist uppaftur við Jóhonnu Olsen úr Heimistovu á Uppsølum. Tey fingu seks børn, fimm døtur og ein son : Sigga Malena, Símun, Ella, Henrietta, Sofía og Poulina, sum var omma Finn. Hon giftist við Sigmundi Brest úr Skúvoy, og tey búsettust á Vágsheygnum.

Nú hendi tann ólukka, at hin herviliga tuberklasóttin fór at gera um seg nógv staðni í Føroyum. Húsið hjá Heina á Skarði varð óguliga hart rakt. Nú átti hann níggju børn, í tveimum giftum og fimm teirra doyðu av hesi herviligu sótt, fýra døtur og einkarsonurin. Tað yngsta barnið var 16 og tað elsta 43 ár, tá tað doyði. Frammanundan var ein kona í Tórshavn, ættað úr Heimistovu á Uppsølum, systir Jóhonnu, eisini deyð av tuberklum. Langomma Finn, Jóhanna tók tá ta einu systirdóttrina har til sín, og hjá teimum vaks hon upp. Tað var Fía, sum seinni giftist við Óla Matras á Stongunum. Hon bleiv kallað Fía hjá Heina. Hon kom sostatt í húsið hjá langommu og langabba Finn at vera saman við fimm øðrum móðirloysingum, hin sætta var Turið hjá Poulinu, sum vaks upp hjá mammubeiggjanum Símun og konuni Rakul, ættað úr Vestmanna, -- tey búðu beint við síðuna hjá Jóhonnu og heina. Men Turið var heilt nógv inni hjá ommuni og abbanum, Siggu Malenu og Heina á Skarði. Tá ein eldri maður kom inn á gólvið har og sá allar genturnar, helt hann fyri við Dia, ættaður úr Glasstovuni í Árnafirði, sum var inngiftur, fyrst við Henriettu, síðan við systrini Siggu : " Móðurleysar ? " " Ja snakka ikki, allar móðurleysar ! " svaraði Dia. Tá Símun, einkarsonur Jóhonnu og Heina doyði í 1930, flutti einkjan rakul til Havnar við Turið, har hon fór at ganga í realskúla. Afturkomin úr Havn seinni í 30 - árunum, fór hon til Petur Joensen bedingsmeistara, bróður Rakul, at vera, til hon giftist í 1941.

Gamli Símun, pápi Heina á Skarði, var tiltikin harðmæltur. Einaferð grindaboð vóru, rann hann niðan á skarðið og rópti so hart grindaboð, at tað skuldi hoyrast heilt íuti á Vík í Leirvík, har skarðsfólk vóru í torvi.

Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy

Myndir