Fyrsta bátsvanlukkan 1835

Tann 30. mars 1835 fóru skarðsmenn norður á hav við einum seksmannafari. Teir lógu annars at fara til Viðareiðis við tveimum dreingjum, ið skuldu ganga til, Símun og Arant. Men henda dagin fóru teir til útróðrar, tí líkindini vóru góð. Tá teir komu inn undir land aftur, fingu teir ein kastivind, og báturin holvdist.

Allir seks mennirnir sjólótust, og kom báturin rekandi til Lorvíkar.

Við fyrsta Skarðsbátinum fórust :

Jóhannes Nichlasen, bóndi 47 ár, eftir sat einkja og ein ómyndugur sonur.

Niclas Johannesen, elsti sonur hansara 20 ár og ógiftur.

Ole Fredrik Poulsen, bóndi, 36 ár giftur, eftir sat einkja við 2 børnum.

Joen Poulsen, 30 ár ógiftur, hann var beiggi Óla.

Joen F. Isaksen, bóndi, 38 ár giftur, eftir sat einkja við 2 børnum.

Peter Jacobsen, 47 ár giftur, eftir sat einkja við 2 ómyndugum synum.<<§

Um hetta mundið vóru fimm hús á Skarði, og tey høvdu øll mist forsyrgjaran, eftir sótu fýra einkjur við sjey faðirleysum og ómyndugum børnum. 

Av teimum seytjan fólkunum, ið nú livdu eftir, vóru, umframt konufólkini og smábørn, bert tríggir dreingir millum tólv og sekstan ár og tveir gamlir menn, annar sjeyti og hin farin um tey áttati.

Lívið kom tó aftur í tað gomlu leguna, og bygdin fótaði sær.

Færø Amt, Copiebog N 1835

Viðvíkjandi báti, ið gongur burtur.

Til Sysselmand Matras d. 3die April 1835

I anledning af den sørgelige tildragelse paa Skaard vilde Herr Sysselmanden bedes ufortrødent begiære Hørighed og paa det nøiagtigt at undersøge Tilstanden der og derefter hertil at indberette, hvad de efterlevende Enker for Øieblikket mest trænge til, samt hvorledes man bedst kan sørge for, at Pladsen kan forsynes med det fornødne Antal Mandspersoner til det forefaldende Arbeide, og hvor mange dertil nødvendigvis behøves, samt hvorvidt Herr sysselmanden har Leilighed til fra Pladsen at forskaffe dette Antal, eller om der behøves hjælp fra de andre Sysler. til herfra at afhente, hvad Enkerne fir Øieblikket maate behøve, ville Herr Sysselmanden beordre en Baad fra Sognet at gaa hertil. Iøvrigt vilde De bevidne Enkerne min Deltagelse i deres Sorg og forsikre dem om, at al mulig Bistand skal blive dem ydet i deres beklagelige Stilling. Dersom Omstændighederne ikke hindrede det, vilde jeg selv begivet mig til Skaard.

Myndir