Takkarskriv Jóan Pauli í Kongsstovuni 1898
Í Føringatíðindi fyri 21. juli 1898, setti Jóan Pauli í Kongsstovuni hesa tøkk í blaðið fyri bjarging úr vanda.
Uppá egna og bátsskipans vegna, vil eg frambera tøkk til skiparan Jacob A. Olsen og mannskap hansara fyri at hann við skipinum " Ternan " tók okkum upp ein ódnardag í vár úti á havi. Øll vón um at vinna upp land sýntist køvd, av tí at veðrið var so ringt og vit høvdu knossað so leingi, at vit vóru útmøddir.
Vit vóru umborð á " Ternuni " næstan ein heilan dag, og tann blíðskapur og umhugsa, sum varð okkum vístur av skipara og manning, verður seint gloymdur.
Skarð, í mai 1898
Joen Pauli Joensen
Myndir
