Harmonika á Skarði 1899
Tilvildarlig mynd :
Úr dagbókini hjá S.P. úr Kunoy :
22. september 1899 :
Í dag havi eg verið og sagt farvæl í trimum húsum.
Fyrst fór eg inn til Árnfjarðar - Jógvan, kona hansara Jóhanna var inni, hon bjóðaði kaffi og køkur.
Síðani fór eg inn til Arant í Miðstovuni, hann takkaði nógvar ferðir fyri alt gott.
Har Uppi Suðuri var húsbóndin ikki heima, eg fekk kaffi og køkur, segði farvæl og fór víðari.
Nú var við at blíva myrkt, eg sat í stovuni Har Niðri, ið var tilhaldshús mítt, tá eg var á Skarði. Vit báðir Símun Johannis sungu føðilandssangir og sálmar alt kvøldið, meðan Kornelius spældi uppá harmoniku.
Klokkan var umleið trý tá vit fóru til songar, og tosaðu nógv áðrenn vit sovnaðu.
Kelda : Skarðsbygd / Páll Kunoy
Tað sum vit undrast yvir er, at ein harmonika er á Skarði í 1899.
Annars kemur tann fyrsta harmonikan til Føroyar umleið 1840 og hon kom til Nólsoyar.
Myndir
