Aðrir ringar av Skarði 1896
Hesin ringurin er eisini av Skarði og er frá 1896.
Í ringinum stendur : J.P.J 1896
Tað stendur nokk fyri : Joen Pauli Joensen
Edith Samuelsen hevur / eigur hendan ringin. Hon fekk ringin frá mammu sínu. Hon æt Anna Gilstein, fødd Joensen.
Joen Pauli Joensen var pápi til Annu. Hann gekk burtur við bátinum, lagnudagin 1913.
Vit kunnu leggja afturat, at tað vóru fleiri av monnunum, sum løgdu ringin eftir við hús henda dagin.
Myndir



