Gamla bygdin
Tann gamla bygdin lá úti við Drekkarsánna, ið leyp í einum toybili í 1824 og varð til eitt stórt gil kallað Gamla Gil. Húsini vóru trý, og tvey av teimum fingu stóran skaða. Avgjørt varð so at flyta øll trý húsini longur suður. Nøvnini fylgdu við, men passaðu betur til ta gomlu bygdina.
Tað síðsta barnið, ið var føtt í tí gomlu bygdini var gamli Símun í 1819. Hann var abbi Símun av Skarði.
Gamli Símun, føddur 1819 og deyður í 1909.
Hann var abbi Símun av Skarði.
Nær søgan hjá hesi bygdini byrjar, vita vit ikki, men eini 400 - 500 ár hava fólk búð á Skarði.
Ættarlið eftir ættarlið hava livað á tí lítlu fløtuni undir teim hevjandi og villu Kunoyar fjøllum.
Her slitu fedrar okkara sína tíð í gleði og sorg, her vuksu tey upp, og her settu tey búgv, tá tann tíðin kom. Í hesum lonum, ið nú eru toftir, stóðu fyri eini øld síðan vøggur.
Myndir

