Fyrsti kongsbóndin

Skarð var ikki gomul bygd. Tað fyrsta skrivliga tilfar, vit kenna, eru tær elstu jarðarbøkurnar, ið siga, at ein festari var har í 1584.

Festarin skrivast Joen Theissøn, ið ljóðar fremmant fyri okkum. Hesin verður umleið 1600 avloystur av Sivar Jonssøn, ið óivað er sonur hansara. Hann situr til 1619.

Næstu 8 árini hevur Ólavur Sivertsen festið.

Myndir