Skarð

Bygdin Skarð :

Símun Hansen skrivar : Skarð er størsta ognarbygd í Norðoyggjum; av teim 16 merkrunum eru bert 1 1/4 mørk kongs í 1584. Seinni er ein hálvmørk komin afturat, so kongsið er komið uppá 28 gyllin.

Eisini bygdin Kunoy hevur merkiliga lítið av kongsjørð. Her hava vit tí ongi stór festi havt, og hevur tað sett sín serliga dám á gongdina í hesum bygdum.

Teir fyrstu festarnir :

Tær elstu jarðarbøkurnar nevna bert ein festara á Skarði í 1584, og ikki hevur hann meir enn 20 gyllin av teim 256, sum hoyrdu til bygdina.

Festarin skrivast Joen Theissøn ella Thyssøn, sum ljóðar fremmant í okkara oyrum, men í miðøldini síggja vit av og á mansnavnið Teisi ella Teitsi. Hesin Jógvan Theissøn verður um ár 1600 avloystur av Sivar Jonssøn, sum hevur festið til 1619, og tey næstu átta árini situr Ólavur Sivertsen við festinum.

Tað er eftir nøvnunum at døma onki at ivast í, at vit her hava eina beina ættarrøð, men so kemur ein ókendur Abraham Anthoniussen sum ketta upp úr høvdatrog. Hann hevur festið í 10 ár og hvørvur so sporleyst ! Vit eru nú komnir til 1640, men maðurin, sum tá kemur upp í dansin um hetta lítla festið, er ongin annar enn sjálvur Rasmus í Haraldssundi. Men heldur ikki hann sat seg móðan á festinum; helst hevur hann tað bert stutta tíð, men so kemur Ólavur Sivertsen á festið og helst er hetta sami Ólavur, sum nøkur ár frammanundan hevði havt tað. Ólavur situr so við festinum í stytsta lagið frá 1649 - 1669.

Ólavur tykist hava átt trý børn; sonin Hanus, sum festi; Gertrud, sum giftist við Magnus Rasmussen í Haraldssundi og Sunnuva, gift við Justinis Hendriksen úr Kunoy.

Søgnin sigur -- og keldurnar vátta, at Hanus hevði verið niðri í orlogstænastu sum ungur, men tey seinastu tvey tíggini í 16. øld býr hann á Skarði, har hann doyr í 1697.

Um hetta mundið, vóru nøkur ring seyðaár í høgunum norðantil, eitt nú á Skarði, og fleiri bøndur á hesum leiðum eru komnir í eftirstøðu fyri leigu, teirra millum Hanus.

So var onki annað at gera enn at seta óðalsjørðina í pant, læna pengar og vóna, at betri tíðir vóru fyri stavn. Men tað gekk ikki so hjá Hanusi, tá doyr hann -- søgnin sigur, at hann fall í bjørgunum og sonur hansara eisini.

Hann var giftur við Onnu Absalonsdatter, sum man vera av Viðareiði. Tey skulu hava átt trý børn: Ein son, ið sum sagt fall, eina dóttur, sum var gift og búði á Skarði, og eina ógifta dóttur, sum eisini búði á Skarði; men einasta barnið, vit hava fullgott prógv fyri, at tey eiga, er tann ógifta gentan Sára, sum vit skulu hoyra meira frá seinni.

Hanus doyr í 1697, og á vártingi árið eftir frásigur einkjan sær festið: 20 gyllin, sum ongin áseyður er á -- tað átti at verið 15 seyðir -- húsini vóru illa umsitin og í ringum standi, tey skyldaðu leigu, ja eisini festibrævið var burturblivið. Tá er tað, at gerðabóndin Berint Hansen av álvara kemur inn í bílætið og bjóðar sær til at taka festið, seta tað í stand, gjalda leiguna, eftirstøður o.s. f. Fútin mundi vera glaður við boðið; nú fekk hann sínar pengar og tað var tað, sum ráddi um hjá honum. Berint var júst tá blivin sýslumaður.

Berint var kortini komin upp í leikin fyri mongum árum síðani. Hann hevði tá lænt Hanusi pengar móti pant í jørð, og so seint sum á vári 1697, sama árið sum Hanus doyr, hevur hann sett eina hálvmørk í pant og selt berint 11 gyllin. Og tá ið Berint við yvirtøkuna av festinum bindur seg til at fáa tað í góðan stand og gjalda gamla skuld, fær hann pant í nøkrum ognargyllum, sum enn vóru í húsunum.

Myndir