Barkhellan á Skarði
Símun Hansen skrivar í 1978 : Nú er barkhellan á Skarði næstan tilgrógvin, men hetta er einasta barkhella, har steinurin enn liggur hjá --
Tað eru steinar, sum tiga
men aðrir, sum siga
frá lívið og stríð
í farnari tíð;
nógv betur enn orð
teir vísa tær spor
í farnari tíð,
sum onki er skrivað í !
Her kunnu vit leggja afturat, at hesin steinurin bleiv burtur í 90 - inum og er ikki komin aftur enn. Um onkur veit um hendan steinin, so vilja vit frætta frá hesum. Steinurin hevur stóran týdning fyri bygdina Skarð, Felagið Skarðsbygd og Bygdasavnið Bríkina. Vit hava lýst eftir steininum nakrar ferðir, men enn hevur eingin vent aftur til okkum.
Myndir
