Minningarorð Jákup í Kongsstovuni
Jàkup í Kongsstovuni til áminningar : Bernhard
Sjálvt um tað er nakað fráliðið, so føli eg trongd til at skriva nøkur orð um Jákup í Kongsstovuni, sum var tann elsti av okkum dreingjum, sum vóru eftir á Skarði, tá ið Skarðsbáturin gekk burtur Tollaksmessudag 1913.
Jákup var føddur 12. juli 1899 á Skarði og doyði 16. okt. 1975, 76 ára gamal. Tað kom óvantað at frætta deyðsboðini av Jákupi.
Tá man hesa seinastu tíðina møtti honum og tosaði við hann, sást at hann var viknaður nakað, men annars vísti hann seg at liva væl.
Henda dag hann doyði, hevði hann verið burtur úr bygdini, og á veg heim aftur, doyði hann brádliga. Hann var líka komin inn í bátin, sum skuldi flyta hann tvørtur um sundið, tá hann fall um og var deyður.
"Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir "
Jákup kom at hava ein sermerkta lagnu; tá hann var 5 ára gamal, misti hann mammuna, sum Erika og var úr húsinum "Har Suðuri " í Haraldssundi. Tey vóru trý systkin, ein yngri beiggi, sum æt Símun og ein systir, sum æt Anna Kathrina.
Símun fór tá heim til Haraldssundar til eina mostur, har hann vaks upp og bleiv verandi har, Jákup og Anna vóru verandi á Skarði. Ein fastur teirra, Sofía Kathrina helt hús við teimum og pápanum Joen Paula.
Tann harðasti stoytur, Jákup fekk í lívi sínum, fekk hann Tollaksmessudag 1913; hetta segðist at vera ein sera vakur morgun. Bátarnir fóru til útróðrar. Skarðsmenn vóru við seksmannafari, men teir vóru sjey við hendan dagin. Út á dagin brast hann á við ódnarveðri av landnyrðingi, tríggir bátar komu ikki aftur hetta kvøld, og ein av teimum var Skarðsbáturin. Jákup var í tí aldrinum, at hannn plagdi at fara oman við drekka, tá báturin kom. Eg minnist at mamma plagdi at siga, at Jákup kom rennandi inn til okkara, og segði, at nú komu teir. Mamma fór so at koyra drekka upp í fløskuna og setti hana niður í vatnbeholdarin, meðan hann fór í húsini at boða frá. Eina løtu seinni kom hann aftur, og segði at hatta vóru ikki teir, hasin báturin fór heimum.
Vit duga illa at hugsa okkum hvat ið rørdist í barminum á hesum 14 ára gamla dreingi hetta kvøld; við í bátinum var pápi hansara og allir mennirnir, sum hann hevði verið saman við dag og dagliga í øllum arbeiði. Hann hevði skilt gággur við teimum um morgunin, áðrenn teir fóru til útróðrar, borið fisk niðan undan kleiv, hjálpt teimum at salta, verið í haganum við teimum o.m.a.
Umframt pápan vóru eisini tveir av spælibrøðrum hansara við í bátinum. Mikkjal 15 og Pól 17 ára gamal, og nú stóð hann einsamallur.
Eg kann hugsa mær, at hann stóð norðuri á Byrgi og stardi út í kavarokið og hetta uppøsta hav; eg haldi at Karl stóð hjá honum, hesin 10 ára gamli drongur átti pápan og tveir beiggjar í bátinum. Hesir báðir dreingirnir stóðu har og stardu inntil Tollaksmessudags myrkrið legist yvir Skarðsbygd henda syndarliga dag.
Eg haldi neyvan, at nakrir smádreingir hava følt seg so einsamllar, sum hesir hetta kvøld.
Tað sá myrkt út á Skarði; eftir vóru bert kvinnur og børn, og ein gamal maður. Tá tað sær myrkast út fyri menniskjum, tá er harrin næstur. Tey settur sítt álit á Gud, og tey fingu hjálp bæði frá Gudi og menniskjum.
Tað blivu tungar byrðar, sum Jákup mátti leggja á sínar herðar.
Tað var ein annar drongur, eg eisini skal nevna her; tað var Pól Rasmussen ( Pól á Skarði ). Pól var úr húsinum " Har Uppi Suðuri ". Pápi hansara Símun Pauli var við bátinum; Pól var staddur í Haraldssundi henda dagin, hann var á útróðri við Haraldssundsmonnum. Hann var borin til festi í Haraldssundi og skuldi flyta heim at búgva. Tað vóru so Jákup og Pól, sum máttu taka sær av tí mest neyðuga, sum skuldi gerast, teir máttu í rættina at hagreiða, so ungir sum teir vóru. Jákup tók á seg at røkta Fyri Uttan og Pól Fyri Innan. Hetta arbeiði gjørdu teir alla sína tíð, Pól røktaði Fyri Innan inntil hann mátti leggja frá sær vegna sjúku, og Jákup Fyri Uttan inntil hann var vorðin so gamal, at hann læt dóttirmannin taka við.
Hesir báðir dreingirnir mentust við ábyrgdini; teir blivu álitismenn og av bestu skilamonnum bæði á landi og sjógvi. Pól var ungur tá hann bleiv formaður á Haraldssundsbátinum " Enniberg " og í 1939 læt hann saman við øðrum byggja bátin " Brimnes ", sum hann var formaður á inntil hann doyði bert 53 ára gamal. Friður veri við minninum um Pól á Skarði.
Tey fyrstu árini sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gongd; onkrir ungir dreingir úr Kunoy vóru her norðuri um vetrarnar, men veturin 1917 - 18 var bert fólk í trimum húsum, og í 1918 - 19 gjørdu hesi somu fólk av at rýma. Hettar var ein tung avgerð at taka, tí hvar skuldu tey fara ? Her var hús og heim og alt tey áttu; tey kundu vera hjá næstrafólki ta fyrstu tíðina, men framtíðin var óviss.
Hesir síðstu dagarnir var ein ring tíð; neytini máttu leiðast út av básinum, seyðurin sum stóð inni, mátti sleppast út, og øll kríatúrini, sum ikki kundi koma við, máttu avlívast. Tann dagin 26. januar 1919, komu Kunoyingar yvir við stórum báti; húskiráð og annað bleiv borið oman á Kleiv. Til síðst mátti Jákup vera við at bera ommu sína Annu Kathrinu í Kongsstovuni, sum tá var vorðin 89 ára gomul og hevði sitið blind í 20 ár, og ligið í songini. Mamma plagdi at siga at hon visti ikki hvør dagur var daprari, tann dagurin ella hesin dagurin tey máttu rýma frá húsi og heimi til eina óvissa framtíð.
Tá ið báturin legði at lendingini í Kunoy, bleiv henda gamla konan borin inn aftur í barnaheimið í Uppistovu, har sum hon var gingin út sum ung brúður, tá ið hon giftist við Jákup í Kongsstovuni, og fór yvir til Skarðs at búgva. Lagnan hjá hesi gomlu konu, er ein søga fyri seg.
Nú búði Jákup í Kunoy nøkur ár, róði út ella var til skips.
Summarið 1920 reyk aftur í Kongsstovuni. Hetta summarið róðu Jákup og tríggir aðrir út av Skarði, og búðu í Kongsstovuni. Teir vóru : Jákup, Jógvan millum Garðarnar, Líggjas í Horni og Anthonius á Strond. Tað var væl av sildafiski at fáa hetta summarið, og teir saltaðu fiskin har norðuri. Mamma mín, eg og systir mín -- eg var 10 ár og hon 8 ár -- búðu einar 14 dagar har norðuri hetta summarið; tað var sera gott veður hesar dagarnar, teir róðu út dag um dag, meðan Anthonius var heima og saltaði fiskin og gjørdi mat. Tá vit vaknaðu um morgunin og hugdu út ígjøgnum vindeygað var heimligt at síggja, at tað reyk í Kongsstovuni.
Í 1923 giftist Jákup við Mariu, sum var Norðan úr Húsi í Kunoy. Tey búsettust í Haraldssundi; Jákup tók so húsini á Skarði niður og bygdi tey upp eini nýggj hús í Haraldssundi.
Søgan hjá Kongsstovuni á Skarði var at enda komin.
Nøkur ár seinni lærdi Jákup til motorpassara; hann sigldi nógv ár sum motorpassari við " Svínoy ", sum Jákup hjá Jensi førdi. Seinni fór hann at rógva út, sum formaður við motorbáti úr Klaksvík undir krígnum, og aftan á kríggið hevði hann bátin " Líðarenni " sum John og Viggo úr Lorvík áttu, og hann førdi mangan góðan fongin til lands.
Maria og Jákup livdu eitt gott og langt lív saman; tey fingu tríggjar døtur. Maria doyði okkurt um eitt ár áðrenn Jákup. Nú er hann eisini farin í Harrans hendur; hann slapp at hvíla á landi, allir hinir mennirnr í Kongsstovuni hvíla á havinum.
Vit minnast Jákup við takksemi, henda róliga og friðsæla mann. " Sæl eru tey friðsomu, tí tey skulu kallast Guds børn " Jákup var eitt av teimum.
Guds signing og friður verið við minninum um Jákup á Skarði.
Bernhard hevur skrivað.
Myndir
