Minningarorð 1. um Jákup í Kongsstovuni
Í Dimmalætting 22 - 11 - 1975 hevur Bernhard skriva minningarorð um Jákup í Kongsstovu ella Jákup á Skarði.
Sjálvt um tað er nakað fráliði, so føli eg trongd til at skriva nøkur orð um Jákup í Kongsstovuni, sum var elstur av okkum dreingjum, sum vóru eftir á Skarði, tá ið Skarðsbáturin gekk burtur Tollaksmessudag í 1913.
Jákup var føddur 12. juli í 1899 á Skarði og doyði 16. oktober 1975 --- 76 ára gamal. Tað kom óvantað, at frætta deyðsboðini av Jákupi. Tá mann hesa seinastu tíðina møtti honum og tosaði við hann, sást at hann var viknaður nakað, men annars vísti hann seg at liva væl.
Henda dag hann doyði, hevði hann verið burtur úr bygdini, og á veg heim aftur , doyði hann brádliga. Hann var líka komin inn í bátin, sum skuldi flyta hann tvørtur um sundið, tá hann fall um og var deyður. " Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir "
Jákup kom at hava sermerkta lagnu; tá hann var 5 ára gamal, misti hann mammuna, sum æt Erika og hon var úr húsinum Har Suðuri í Haraldssundi. Tey vóru trý systkin, ein yngri beiggi sum æt Símun og eina systir, sum æt Anna Kathrina. Símun fór tá heim til Haraldssundar til eina mostur, har vaks hann upp og bleiv verandi har. Jákup og Anna vóru verandi á Skarði. Ein fastur teirra, Sofía Kathrina helt hús við teimum og pápanum Joen Paula.
Tann harðasti stoytur, Jákup fekk í lívi sínum, fekk hann Tollaksmessudag í 1913. Hetta segðist at vera ein sera vakur morgun og bátarnir fóru til útróðrar. Skarðsmenn vóru við seksmannafari, men teir vóru sjey henda dagin. Út á dagin brast hann á við ódnarveðri av landnyrðingi. Tríggir bátar komu ikki aftur hetta kvøldið, og ein av teimum var Skarðsbáturin. Jákup var í tí aldrinum, at hann plagdi at fara oman við drekka, tá báturin kom aftur.
Eg minnist at mamma plagdi at siga, at Jákup kom rennandi inn til okkara, og segði at nú koma teir. Mamma fór so at koyra drekka upp í fløskuna og setti hana niður í vatnbeholdarin, meðan hann fór í hini húsini at boða frá. Eina løtu seinni kom hann aftur, og segði at hattar vóru ikki teir, hasin báturin fór heimum.
Vit duga illa at hugsa okkum, hvat rørdist í barminum á hesum 14 ára gamla dreingi hetta kvøldi. Við í bátinum var pápi hansara og allir mennirnir, sum hann hevði verið saman við dag og dagliga í øllum arbeiði. Hann hevði skilt gággur við teimum um morgunin, áðrenn teir fóru til útróðrar, borði fisk niðan undan Kleivini, hjálpti teimum at salta, verið í haganum við teimum og mangt annað. Umframt pápan, vóru eisini tveir av spælibrøðrum hansara við í bátinum.Mikkjal 15 ár og Pól 17 ára gamal, og nú stóð hann einsamallur. Eg kann hugsa mær, at hann stóð norðuri á Byrgi og stardi út í kavarokið og hetta uppøsta hav. Eg haldi at Karl stóð hjá honum, hesin 10 ára gamli drongur, átti pápan og tveir beiggjar í bátinum. Hesir báðir dreingirnir stóðu har og stardu, inntil Tollaksmessu myrkrið legist yvir Skarðsbygd hendan syndarliga dag.
Eg haldi neyvan, at nakrir smádreingir hava følt seg so einsamallar, sum hesir hetta kvøldið.
Tað sá myrkt út á Skarði. Eftir vóru bert kvinnur og børn, og ein gamal maður. Tá tað sær myrkast út fyri menniskjum, tá er Harrin næstur. Tey settu sítt álit á Gud, og tey fingu hjálp bæði frá Gudi og menniskjum.
Tað blivu tungar byrðar, sum Jákup mátti leggja á sínar ungu herðar. Tað var ein annar drongur, eg eisini skal nevna her. Tað var Pól Rasmussen ( Pól á Skarði ). Pól var úr húsinum Har uppi Suðuri. Pápi hansara Símun Pauli var við bátinum. Pól var staddur í Haraldssundi henda dagin. Hann var við á útróðri við haraldssundsmonnum. Hann var borin til eitt festi í Haraldssundi og skuldi flyta heim har at búgva. Tað vóru so Jákup og Pól, sum máttu taka sær av tí mest neyðuga, sum skuldi gerast. Teir máttu í rættina at hagreiða, so ungir sum teir vóru. Jákup tók á seg at røkta Fyri Uttan og Pól Fyri Innan á Skarði. Hettar arbeiði gjørdu teir alla sína tíð. Pól røktaði Fyri Innan til hann mátti leggja frá sær vegnað sjúku, og Jákup Fyri Uttan, inntil hann var vorðin so gamal, at hann læt dóttirmannin taka við.
Hesir báðir dreingirnir mentust við ábyrgdini. Teir blivu álitismenn og av bestu skilamonnum, bæði á landi og sjógvi. Pól var ungur tá hann bleiv formaður á Haraldssundsbátinum Enniberg, og í 1939, læt hann saman við øðrum byggja bátin Brimnes, sum hann var formaður á, inntil hann doyði bert 53 ára gamal. Friður verið við minninum um Pól á Skarði.
Tey fyrstu árini sóust ongi tekin til, at nakar fór at rýma, og lívið gekk sína gongd. Onkrir ungir dreingir úr Kunoy, vóru har norðuri um vetrarnar, men veturin 1917 - 18, vóru bert fólk í trimum húsum, og í 1918 - 19, gjørdu hesi somu fólkini av at rýma. Hetta var ein tung agerð at taka, tí hvar skuldu tey fara ? Her var hús og heim og alt tað tey áttu. Tey kundu vera hjá næstrafólki ta fyrstu tíðina, men framtíðin var óviss.
Hesir síðstu dagarnir var ein ring tíð. Neytini máttu leiðast út av básinum, seyðurin sum stóð inni, mátti sleppast út, og øll kríatúrini, sum ikki kundu koma við, máttu avlívast.
Tann dagin 26 januar í 1919, komu kunoyingar yvir við stórum báti. Húskiráð og annað bleiv borið oman á Kleivina. Til síðst, mátti Jákup vera við til at bera ommu sína Annu Kathrinu í Kongsstovuni, sum tá var vorðin 89 ára gomul og ligið í songini.
Mamma plagdi at siga, at hon visti ikki hvør dagur var daprari, tann dagurin báturin gekk burtur, ella hesin, tá tey máttu rýma frá húsi og heimi til eina óvissa framtíð.
Tá ið báturin legði at lendingini í Kunoy, bleiv henda gamla konan borin inn aftur í barnaheimið í Uppistovu, har sum hon var gingin út, sum ung brúður, tá ið hon giftist við Jákup í Kongsstovuni, og fór yvir til Skarðs at búgva. Lagnan hjá hesi gomlu konu er ein søga fyri seg. Nú búði Jákup í Kunoy í nøkur ár, róði út ella var til skips.
Summarið í 1920 reyk aftur í Kongsstovuni. Hetta summarið róðu Jákup og tríggir aðrir út av Skarði og búðu í Kongsstovuni. Teir vóru Jákup, Jógvan millum Garðarnar, Líggjas í Horni og Anthonius á Strond. Tað var væl av sildafiski at fáa hetta summarið, og teir saltaðu fiskin har norðuri. Mamma mín, eg og systir mín - eg var tá 10 ára gamal - og hon 8 ára gomul, búðu har einar 14 dagar har norðuri hetta summarið. Tað var sera gott veður hesar dagar. Teir róðu út dag um dag, ímeðan Anthonius var heima og saltaði fiskin og gjørdi mat.
Tá vit vaknaðu um morgunin og hugdu út ígjøgnum vindeygað, var heimligt at síggja at tað reyk í Kongsstovuni.Í 1923 giftist Jákup við Mariu, sum var Norðan úr Húsi í Kunoy. Tey búsettust suðuri á Bakka í Haraldssundi. Jákup tók so húsini á Skarði niður, og bygdu tey upp aftur í Haraldssundi.
Søgan hjá Kongsstovuni á Skarði var at enda komin. Fyrsta Kongsstovan varð bygd í 1828.
Nøkur ár seinni lærdi Jákup til motorpassara. Hann sigldi nógv ár, sum motorpassari við Svínoynni, sum Jákup hjá Jensi førdi.Seinni fór hann at rógva út, sum formaður við motorbáti úr Klaksvík undir krígnum. Aftaná kríggið hevði hann útróðrarbátin Líðarenni, sum John og Viggo í Leirvík áttu, og hann førdi mangan góðan fongin til lands.
Maria og Jákup livdu eitt gott lív saman. tey fingu tríggjar døtur. Maria doyði okkurt um eitt ár áðrenn Jákup. Nú er hann eisini farin í Harrans hendur. Hann slapp at hvíla á landi. Allir hinir mennirnir í Kongsstovuni hvíla á havinum. Vit minnast Jákup við takksemi, henda róliga og friðsæla mann. ( Sæl eru tey friðsomu, tí tey skulu kallast Guds børn ). Jákup var eitt av teimum.
Guds signing og friður verið við minninum um Jákup á Skarði.
Myndir