Glaðingarstøð í Kunoy
Eftir Robert Joensen
Komu grindaboð til Kunoyar bygd við grindaglaðu, vóru altíð tvær glaður kyndar; ein Heimi í Húsi og ein Suðuri á Bø. Annaðhvørt vóru báðar glaðurnar grindaglaður ávikavist til Húsar og Mikladals, ella onnur var grindaglaða til aðra bygdina og hin mótglaða. Glaðingarstøðini í Kunoyar bygd vóru hesi :
1 ) Á Oystnamarkarsteini : Teir Heimi í Húsi glaðaðu til Húsar : Grindaboð í Hvannasundi. Grindaboðari, maður ella kvinna, var komin um Skarðsgjógv við boðunum av Skarði. Húsamenn svaraðu aftur á Bekki.
2 ) Á Heygasteini : Suðbøsmenn glaðaðu til Mikladals. Grindaboð í Hvannasundi. Mikladalsmenn svaraðu aftur Úti á Hundrað.
3 ) Á Geilarsteini : Teir Heimi í Húsi glaðaðu til Húsar at boða frá grind á Viðvík. Grindaboðari var komin um Skarðsgjógv. Húsamenn svaraðu aftur á Bekki.
4 ) Á Kollsteini : Teir Suður á Bø glaðaðu til Mikladals at boða frá grind á Viðvík. Mikladalsmenn svaraðu aftur á Hundrað.
5 ) À Dúvubakka : Teir Suður á Bø glaðaðu til Mikladals av grind Inni í Bø ( Klaksvík ). Mikladalsmenn svaraðu aftur á Hundrað. Húsamenn høvdu á Bekki glaðað til Kunoyar. Teir Heima í Húsi svaraðu aftur á Kirkjubakka.
6 ) Á Mottaryggi : Teir Suður á Bø glaðaðu til Mikladals av grind Vestur í Sundum. Húsamenn høvdu glaðað á staði norðan fyri gjónna oman fyri húsini. Kunoyingar svaraðu aftur á Kirkjubakka. Mikladalsmenn høvdu mótglaðu á Hundrað.
7 ) Suður á Leiti : Suðbøsmenn glaðaðu til Mikladals. Grindaboð í Havn. Húsamenn høvdu glaðað sunnan fyri Gjónna oman fyri húsini. Kunoyingar svaraðu aftur á Kirkjubakka. Mikladalsmenn svaraðu aftur á tí vanliga staðnum.
8 ) Á Brekkusteini : Suður á Bø varð glaðað til Mikladals. Grindin var á Funningsfirði. Kunoyingar høvdu mótglaðu á Kirkkjubakka og mikladalsmenn á Hundrað.
9 ) Niðri á Rætt: Teir Suður á Bø glaðaðu til Mikladals at siga frá grind á Gøtuvík. Teir Heima í Húsi høvdu tí vanliga mótglaðuna, og mikladalsmenn høvdu mótglaðu á Hundrað. Húsamenn høvdu glaðað á bakkanum sunnan fyri kirkjuna.
10 ) Á Kirkjubakka : Teir Heima í Húsi glaðaðu til Húsar at siga frá grind norðuri á Kalsoyarfirði. Mikladalsmenn høvdu glaðað á Hundrað, og teir Suður á Bø høvdu svarað aftur á Dúvubakka. Húsamenn høvdu mótglaðu á Bekki.
Glaðað varð við hoyggi. - Ein turran sopp at kynda við og so hoyggj við vætu. Tað gav so góðan royk.
Myndir
