Glaðingarstøð á Skarði

Eftir Robert Joensen

Á Skarði vóru glaðingarstøðini hesi :

1 ) Við Stein á Leitistoft : Har varð glaðað til Skálatofta av grind sunnan fyri Trongan í Haraldssundi.

2)  Uppi á Hágørðum : Her varð glaðað fyri at boða frá grind norðanfyri.

3)  Uppi undir Brekkuni á Byrgi : Hetta var ikki grindaglaða, men tá ið glaðað varð her, var tað fyri at fáa skáltamenn yvir, serstakliga um okkurt var ámannafatt. Glaðað varð her, tá ið ein skarðsbátur sakk fyri lendingini 28. novembur 1872. Hetta var grindabáturin, ið sakk tá.

Á Skarði høvdu teir mótglaðu, har sum best lá fyri.

Tá ið grind var norðanfyri, fóru skarðsmenn um Skarðsgjógv við boðum til Kunoyar. Á Skarðsgjógv rópti ein maður fyri ikki so ógvuliga langt síðani grindaboð oman til Kunoyar bygd, og hoyrdist rópið heilt Úti á Vík sunnan fyri Leirvík, har fólk var tann dagin. Maðurin, sum rópti hesi boðini, var bóndin, Símun á Skarði, f. 1819, d. 1909, og var hann abbi at hinum kenda háskúlamanni føroyinga, Símun av Skarði, f. 1872, d. 1942. Teinurin av Skarðsgjógv og út á Vík er umleið 10 kilometrar, so har man ekkóið ella okkurt tílíkt hava hjálpt til, tá ið maðurin rópti. Men henda frásøgnin hevur verið so almenn, at lítil ivi er um, at rópið hevur hoyrst so langt tann dagin.

Myndir