Glaðingarstøð í Haraldssundi

Eftir Robert Joensen

Glaða varð til Skálatofta, og tá ið tað ikki nyttaði fyri tjúkn, fór maður úr Haraldssundi norður til Skarðs við boðunum.

Glaðingarstøðini í Haraldssundi vóru hesi :

1 ) Við Kannugil : Glaðað varð til Skálatofta av grind inni í Bø ( Klaksvík ) ella grind á veg hagar.

2 ) Við Glyvursá undir Miðgøtu : Grind á Gøtuvík.

3)  Á Stórasteini : Boðað varð frá grind Vestur í Sundum ella í Havn. Grind fyri vestan Eystnes.

4) Túvan í Rætt : Tá var grindin á Funningsfirði.

Ísakstoft : Aftursvaringarstað, mótglaða, tá ið skáltamenn glaðaðu av grind norðuri í Haraldssundi, á Viðvík ella í Hvannasundi. Hetta glaðingarstað hevði tvinni endamál. Fyrst at siga skáltamonnum frá, at teir høvdu fingið boð teirra, og samstundis sóu teir á Strond, at grindin var norðanfyri.

Viðvíkjandi grindaboðum hevði Haraldssund einki við Kunoyar bygd at gera.

Myndir