Kongaliga vektin frá 1858
Tá hendan vektin kom í Kongsstovuna á Skarði í 1858, var Daniel Poulsen kongsbóndi. Í 1870 hevði Jacob Fr. Joensen festið eftir fosturpápa sín, men hann doyði við grindabátinum 28. november 1872. Kona hansara hevði so festið eftir hann. Hon æt Anne Cathrine, fødd Andreasen. Tá so Joen Pauli Joensen veksur til, tekur hann við festinum, men hann gongur burtur við Skarðsbátinum 23. desember í 1913. Jákup Fr. V. Joensen hevur síðani arvað vektina eftir hann.
Tá so Jákup búsettist í Haraldssundi, so hevði hann vektina hjá sær. Karl Klettskarð og Jákup búsettust suðuri á Bakka í Haraldssundi. Teir bygdu húsini, sum stóðu við síðuna av hvørjum øðrum, og teir brúktu bara hesa vektina so leingi sum teir høvdu við seyð at gera. Tað bleiv gingið millum húsini við vektini, so teir vigaðu øll krovini við hesi vektini. Tað varð ikki góðkent um tað bleiv vigað við aðrari vekt. Hon kláraði 64 pund. Karl doyði 13. mai í 1994 so hendan vektin hevur verið brúkt nakað eftir tað.
Myndir
