Lagnudagurin 18. mai 1985
Úr Hagabókini Fyri Uttan á Skarði 1985.
Nú skal eg venda aftur til 18. mai 1985, sum var ein leygardagur. Henda dagin hendi ein vanlukka, við at Kári Klettskarð fall í Hálsum og doyði bert 16 ára gamal. Hetta varð ein stórur missur fyri Haraldssunds bygd og ikki minst fyri foreldur, systrar, abbar og ommur. Kári var ein unglingi, sum eisini vildi liva við tí eldru tíðini, eins væl sum við tí nýggju. Fyri nøkrum árum herfyri høvdu vit seyð í feitilendi, og var tað Skarðstør. Tað var ringt at koma til og frá haganum, so í tvey ár varð bátur brúktur, og seyðirnir so tiknir fyri bergi.
Teir, sum vóru við til at fáa hetta upp í lag, vóru Jóhan Purkhús, Jens Juel Sólbjørg, Sannelenius Jóhannesen og Páll Klettskarð. At brúka bát hevði nógv knoss við sær, og so varð farið at gera tað soleiðis, at mann kundi ganga eftir Skarðstørsrókini. Teir spentu eina ketu til at halda sær í og løgdu eisini lunnar, har rásin var smalast. Nú bar væl til at ganga bæði hjá fólki og seyði. Teir høvdu seyð har í nøkur ár, og tað mundi liggja um 12 og 15, sum vit plagdu at sleppa út. Tá teir høvdu gjørt hetta við nógvum stríði, so at tað bar til at ganga út, komu aðrir við her í bygdini at hava seyð í Skarðstør, og sostatt vórðu teir betri mannaðir, so tað lætti um, tí at sleppa seyð í feitilendi og taka hann aftur er eitt tungt arbeiði. Tað var einki ár, at allir komu aftur, so tað kom fyri, at onkur, sum hevði slept út, helt á skerdum luti á heystardegi.
Veðrarnir høvdu tað fyri at fara niður í Eystastu Tør, og har mundu teir flestu fara, sum ikki komu aftur, men teir sum komu, vórðu góðir og smakkaðu væl, og hartil var kjøtið treyst, so tað var nógvur viðskeri í einum sovorðnum krovi. Men so leyp rásin burtur undir einum kletti, og tað var, ímeðan seyðurin var úti. Vit máttu síðani høgga okkum spor, og fyri at fáa seyðin upp á klettin, so mátti ein maður taka ímóti hinumegin. Jóhan varð sjúkur og doyði, og so var einki gjørt meira har, og eingin seyður hevur verið í Skarðstør nú í fleiri ár. Kári, sum tá var smádrongur, hevur nokk lurtað væl eftir, tá prátað hevur verið um hesar túrar, bæði tá teir eru farnir út við seyðunum og eisini, tá teir eru afturkomnir á heystardegi, og spentur hevur hann verið, tá flett var. Eg haldi vist, at hann hevur longu tá tikið ta støðu, at hetta skuldi hann royna, tá hann bleiv stórur.
So er tað henda leygardagin 18. mai, at pápin og Bjørn, sum var javngamal við Kára, og systirsonur hansara Brandur - bert 6 ára gamal - fara avstað. Veðrið var so vælsignað og hartil dýrd á sjónum, so umstøðurnar vóru tær bestu. Teir høvdu tvey heystlomb í bátinum. Tá teir koma norður, fer Páll upp á land á Veðragjólingshelluni og tekur annað heystlambið við sær at sleppa í Uttara haga. Hann ger ikki so skjótt av, tí hann hugsaði um at kanna eitt sindur, hvussu tað var lambað.
Við tað Páll ikki ger so skjótt av, blíva teir á bátinum vist ótolnir, og fara Kári, Bjørn og tann 6 ára gamli Brandur norður undir Nakkin fyri at sleppa lambinum, sum er eftir í bátinum, upp í Hálsin. Hetta kom illa við hjá Pálli, sum er uppi á landi har heimi, tí hann kendi umstøðurnar, men hann kundi ikki fáa teir at venda aftur, tí teir vóru komnir so langt, tá hann sær, hvørja støðu teir hava tikið. At rópa nyttaði einki, tí teir vóru komnir ov langt. So hjá Pálli var einki annað at gera uttan at leggja alt í Harrans hond. Teir koma út, og Kári er tann, sum fer upp á land, tí Bjørn mátti liggja á báti, og Brandur var ov lítil til at fara upp á land. Teir fáa so heystlambið upp, og Kári fer so niðanfrá við tí og fær tað uppá, so hann kann sleppa tí. Við at klára hetta skuldi vandin verið av við at gera hetta við so lítlari manning, men so skuldi ikki vera.
Hann kom oman aftur til bátin, men nú vil hann hava eitt ílat at henta havhestaegg uppí. Tað fær hann so, og fer so niðanfrá og ætlar at henta nøkur egg. Tá hann skal upp fyri klettin fyri at koma í Hálsarnar, er hann áhaldsin og dettur. Tó tað ikki var so høgt, fekk hann so meinan stoyt, tá hann kom niður, at hann doyði.
Tá ólukkan var hend, kom ein maskinbátur úr Klaksvík framvið. Bjørn legði fyri hann og segði, hvussu vorðið var. Tað vóru bert tveir mans við bátinum, og annar fór uppá land, men teir fingu einki gjørt. Brandur varð tikin umborð á klaksvíksbátin, og so mátti Bjørn heim eftir Páll, og tá hann sær bátin og bert ein mann, tá tonkti hann sítt. hann kom so í bátin á Rókini Niðri í Haga, og tað vórðu so eini sorgarboð, sum Bjørn hevði at bera Pálli. So máttu teir út aftur fyri at vita, hvat teir kundu fáa gjørt. Tá teir knappliga eru komnir út, kemur klaksvíksskipið Turid, og Haraldssundsmenn vóru við, og so varð lagt fyri hana fyri at fáa hjálp.
Tá teir høvdu steðga Turid, slapp Brandur umborð har, og tað kom væl við, tí pápi hansara var við. Turid setti seg í samband við Marinustøðina fyri at fáa tyrluna hjá verjuskipinum á staðið. Teir komu, men teir komu ikki væl fyri av einum enda, sum teir skuldu lora niður. Hann kom um propellina, so teir máttu rýma. Kári lá í eini gjótu, sum var undir har, hann var fallin.
Við tað at tað var kyrt, fingu teir líkið í bátin við nógvum stríði og um borð á Turid. Her heima fingu vit sorgarboðini um kl 18. Tað vóru eini tung boð at fáa hjá móðurini, at hennara einasti sonur ikki var meiri á lívi, og tað tók ikki minni fast hjá abbanum og ommuni. Sum ofta er, tá mann fær slík boð, so vil mann ikki góðtaka tey.
Tá so Páll kom aftur at húsum einsamallur, og var farin sjálvur annar, so segði hetta tað, at Kári var ikki meira ímillum okkum. So kemur spurningurin til okkum : Hví skuldi hetta henda. Vit fáa einki svar. Tað mugu vit bíða við, til vit samlast aftur hjá honum, sum setti lívið til fyri at bjarga okkum frá tí illa, so vit kunna samlast í tí komandi ríki, sum hann hevur lovað okkum.
Tá vit lata bíbliuna upp og lesa evangeliið eftir Johannes, 14. kapittul 2. og 3. ørindi, so síggja vit har, hvat Jesus sigur við lærusveinarnar.
At bústaðurin hjá Kára skuldi so skjótt vera klárur at fara til, vardu okkum ikki - bert 16 ára gamal. Og ferðaboðini komu, tá hann var staddur í Hálsum undir hægsta forbergi í Føroyum, sum er Kunoyarnakkur. Eg, sum skrivi hetta, komi altíð at minnast Kára sum ein fittan og lívsglaðan ungling, sum fylgdi væl við øllum -- tí gamla eins væl sum tí nýggja.
Tey bestu minnini eru, hvussu væl hann hjálpti Andrassi, sum var eitt gott ár eldri enn hann. Andrass kláraði seg ikki so væl, so hjálpin frá Kára var altíð kærkomin. Tá evnir hansara ikki vóru so góð, kundi hann ikki fylgja við, nú teir eldust og vóru komnir upp í unglingaár. Hetta gjørdi nokk sítt til, at Andrass ikki var við hesa ferð, sum varð tann síðsta hjá hansara kæra og besta vinmanni.
Eitt er vist, tað vóru tung boð hjá Andrassi at fáa so væl sum hjá øllum bygdarfólkinum. Tann stóri skarin, sum fylgdi honum til gravar, segði okkum, hvussu nógv hann og heimið, sum hann var úr, var avhildið og átti nógvar vinir víða um alt Føroya land.
Friður veri yvir minninum um okkara góða Kára.
Myndir
