Sofía Malena Joensen

Andrass Jacobsen skrivar soleiðis :

Dagurin í dag 20. mars eitur Gordius. Hendan dagin í 1901 var Sofía Malena Jacobsen fødd. Hon var úr Kunoy, hon doyði 9. mai 1982. Nú hesin dagurin er hennara dagur, vil eg siga eitt sindur um hesi bæði, ella hana. Hennara barnaár veit eg tíverri ikki nógv ella einki at siga um. Maður hennara var Símun Joensen, føddur 28. oktober 1901. Hann var føddur í Kongsstovuni á Skarði, og var abbabeiggi mín, hann doyði 19. juni 1988. Símun misti mammuna í 1904. Tey vóru 3 systkin, also Símun hann fór til mostur sína í Haraldssundi og vaks upp Har Suðuri, sum húsini eru nevnd. Sofía og abbabeiggi giftust 1929. Tey tóku so jørðina og húsið uppá seg. Hon var góð við kríatúrini, men eg minnist ikki til at tey høvdu kúgv, tíverri, men eg vil halda at tey høvdu kúgv sum hini húsini. Tá vit sum børn, komu inn til teirra sat hon altíð við onkrum í hondunum, við stokkum og onkuntíð við nálini, stoppað hosur haldi meg minnast. Hon hevði eina kettu sum enn eg síggi framanfyri mær. Hon æt Mortan og hon hevði sítt fasta pláss í vindeyganum og hugti út og hon fylgdi við starunum uttanfyri, og altíð fingu vit keks frá abbabeiggjakonu, ja ein minnist so nógv í barndómsárinum, um eg skrivi meira so verði eg ikki fiðgur í kvøld. Eg havi nógv at takka fyri hesa tíðina sum man hevur livað, helst barnaárini, Hettar var bara eitt lítið sindur, sum eg vil viðmerkja til hendan dagin. Ein kundi nevnt um bátin, og tá húsini blivu umbygd, tað er ein søga fyri seg. Ein sum var við til  atsmíðað húsini, hevur fortalt mær, tað er ein onnur frásøga.

Jákup Jacobsen kann leggja afturat, at hann minnist, at tey høvdu kúgv og hon stóð í fjósinum sunnanfyri skúlan í Haraldssundi.

Myndir